info
Ongi úrslit

Váttað: Johan Dahl verður løg­tings­for­mað­ur

Nú er greitt, at tað verður Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, sum verður løgtingsformaður

Eirikur Lindenskov
9. apríl 2026 kl. 10:15

Tað váttar Johan Dahl fyri in.fo í morgun.

Johan Dahl hevur sitið í Løgtinginum í 24 ár. Hann varð fyrstu ferð valdur í 2002 í Suðuroyar valdømi, har hann fekk 300 atkvøður.

Hann varð afturvaldur í 2004 í Suðuroyar valdømi. Í 2008 og 2011 varð hann afturvaldur. Tó vóru Føroyar blivnar eitt valdømi. Men á valinum í 2015 valdi hann ikki at stilla uppaftur. Men tað gjørdi hann aftur í 2019, tá hann varð afturvaldur, eins og í 2022 og á valinum hesaferð.

Johan Dahl er 66 ára gamal, nú hann tekur við sum tingformaður. Hann hevur verið partur av formansskapinum seinastu árini har hann seinast hevur verið 2. næstformaður.

Um lívsrensl hansara stendur soleiðis á heimasíðuni hjá Løgtinginum:

Lívsrensl:

Útbúgving 

Bankamaður í P/f Sjóvinnubankanum,Tórshavn

Yrki

2022 - Afturvaldur á Løgting 

Valdur 2. Næstformaður á Løgtingi

Valdur limur Føroya i Norðurlandaráðnum 

Limur í Trivnaðarnevnd Løgtingsins

Varalimur á Fólkatingið fyri Sambandsflokkin 

Varalimur i Rættarnevnd løgtingsins

Januar 2016 - 1. jan 2023: Í starvi partstíð hjá Huawei Technologies A/S København og sjálvstøðugt vinnurekandi

2005 - Stovnaði saman við øðrum Amplexa Genetics A/S í Odense, sum er eitt Gen test og analysu laboratorium, har eg var nevndarlimur til sept. 2008

2002 (okt.) - Ult. 2003: Umbiðin av Kloosterboer Group Hollandi til bundna uppgávu at endurreisa og fáa nýggjar íleggjarar, fígging og umbyggja uppsjóvarvirkið í Kollafirði og fáa støðuga tilgongd til Kloosterboer Terminal frystigoymsluna

1998-2005: Stovnaði saman við A.Marr og Orcades Viking Ltd og Thorman Vang frostgoymsluna P/F Faroe Cold Stores í Vági

1996-2002: J. Marr Seafoods (A. Marr, Int.) - leiddi móðurskipsvirksemið í Føroyum 1996 og síðan økisleiðari/umboð fyri Norðuratlantshavið viðv. sourcing og inspektión av fiskavørum frá hesum økinum, serliga frá russiskum trolarum og uppisjóvarskipum og føroyskum skipum og virkjum

1994-1996: Búsitandi í Skotlandi - stjóri í Nasco Ltd. og umboð fyri A.Marr Int./J.Marr Seafoods

1992-1994: Stjóri í Marcon Aps. København og partnari í dóttirfelagnum Nasco Ltd. Skotlandi

1990-1992: Marketingsstjóri hjá Dantech – Danish Technology Center, Holte

1982-1990: Stjóri í Vágs skipasmiðju og A/S J. Dahl Gørðum

1981 - 8 mðr. á Faroe Ship København, starvaðist inn avgreiðslu og speditíón fyri at fáa vitan og innlit um hetta økið

1977-1981: Bankaútbúgving frá Sjóvinnubankanum, 1976-1977: Royndi sjólívið við deksbátum og sigldi við Smyrli í uttanlands summarsiglingini sum pantry maður og bartendari

1977: Arbeiddi eisini sum krambakallur i 7 mánaðir hjá N.J.Mortensen, Tvøroyri

1973-1976: Realskúla á Tvøroyri

Nevndarsessir uttanfyri Løgtingið: Nevndarformaður í Amplexa Genetics AS, Odense

Politisk álitisstørv

2019-2022 Afturvaldur á Løgting 

Valdur 1. næstformaður á Løgtingi og næstformaður i Vinnunevnd Løgtingsins.

Varalimur í Fíggjarnevnd Løgtingsins og Norðurlandaráðnum.

2008-2015 Umboðaði Føroyar sum Ministari i Norðurlendskum høpi innan tey økir eg umsat undir vinnumálaráðnum . 

2011-2015: Landsstýrismaður við vinnumálum fyri Sambandsflokkin

2011-2015: Afturvaldur á Løgting

2011 - apríl til nov.: Eisini landsstýrismaður við fiskivinnumálum í minnilutastjórn

2008 - sept.: Settur landsstýrismaður við vinnumálum fyri Sambandsflokkin

2008 - jan. - sept.: Formaður í Løgtingsins Vinnunevnd og limur í Uttanlandsnevndini.

2008-2011: Afturvaldur á Løgting í januar 2008

2004-2008: Limur í og seinni formaður (2006) í Vinnunevnd Løgtingsins og limur í formaður í Uttanlandsnevnd Løgtingsins

Frá 2002-2004: Limur í Fíggjarnevnd Løgtingsins og Uttanlandsnevnd Løgtingsins

2004 - Stutt skifti landsstýrismaður í fiskivinnumálum - frákoyrdur vegna politiskt óróð feb. 2004

2004-2008: Afturvaldur á Løgting fyri Sambandsflokkin

2002-2004: Valdur á Løgting fyri Sambandsflokkin

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgregluátak: Trý prutl koyrdu ov skjótt í Runavík

6 minuttir síðan
Tíðindi

Bárður á Steig Nielsen á fundi við Marco Rubio

21 minuttir síðan
Tíðindi

Infantino vil hava broyt­ing­ar í Fifa eft­ir mis­eydnaða ætlan

33 minuttir síðan
Fótbóltur

Sara og Kára fingið A-landsliðsboð

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Her er hópurin hjá Kasakstan sum kemur til Føroya

7 tímar síðan
Hondbóltur

Elias á veg til Aalborg

7 tímar síðan
Tíðindi

National Geo­graph­ic Endu­rance á Havnini

8 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur søguliga lága undirtøku

9 tímar síðan
Tíðindi

Byggisamtykt á Argjum verður broytt – nú er almenn hoyring

10 tímar síðan
Fótbóltur

Petur Knudsen var besti leikarin í august

10 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj farmaleið umvegis Vágs havn

10 tímar síðan
Tíðindi

Uppskotið var at byrja í ár – hvar bleiv um­koyr­ing­ar­veg­ur­in av?

12 tímar síðan