Norska løgreglan váttar nú, at tað er Nato-flogfarið av slagnum, V-22 Osprey, sum er funnið í einum dali nakað sunnan fyri Bodø í Noregi.
Hetta er eitt serstakt hernaðarflogfar, ið flýgur sum eitt vanligt flogfar, men lendir sum ein tyrla. Á veingjunum eru rotorar.
Flogfarið, sum var við í venjingini, Cold Response, skuldi vera aftur fyri klokkan 18 í kvøld, men tá flogfarið ikki var lent, varð farið at leita.
Tað var klokkan 21.17 í kvøld, at leitingin gav úrslit, og nú váttar norska løgreglan, at tað, sum er funnið í fjøllunum, er V-22 Osprey-flogfarið.
Sambært norskum miðlum í kvøld vóru tað amerikanarar, sum vóru í flogfarinum, men einki verður í løtuni sagt um, hvørt nakar av manningini er funnin á lívi ella ei.
Dagføring:
- Vit síggja eingi tekin til lív, hvørki í ella kring flogfarið, sigur leiðari hjá norsku løgregluni í Nordland, Bent Arne Eilertsen, við norska kringvarpið.
Hann leggur aftrat, at tað fer at taka fleiri tímar, áðrenn bjargingarfólk koma fram til niðurdotna flogfarið.