Uttanríkisráðið váttar, at Russland vísir fýra donskum sendifólkum á sendistovuni í Moskva av landinum.
Russiska tíðindastovan Tass skrivar, at talan er um sjey fólk.
– Eg kann vátta, at Russland millum annað hevur gjørt av at vísa fýra donskum sendifólkum á sendistovuni í Moskva av landinum.
– Tað er púra uttan orsøk og ein umstrídd avgerð, sum setir tvær strikur undir, at Russland ikki longur ynskir veruligt samskifti og diplomati, sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod í eini skivligari viðmerking.
Danmark hevur hevur áður víst 15 russiskum sendifólkum úr Danmark vegna »njósning«.
/ritzau/