Vavgreyturin er nú fullkomin

Seinastu tíðina hevur Høgni Hoydal roynt at hildið gongd á fullveldisætlanum sínum. Men nú atfinningarnar gerast hvassari, sleppur hann málinum og vevur seg út í óhugnakenda skriving.

Seinastu tíðina hevur Høgni Hoydal roynt at hildið gongd á fullveldisætlanum sínum. Men nú atfinningarnar gerast hvassari, sleppur hann málinum og vevur seg út í óhugnakenda skriving.

Eitt dømi um tað er skriving hansara í Dimmalætting týsdagin.

Hann grynnur eftir øllum at døma ikki longur og tí roynir hann at rættvísgera ætlanirnar hjá samgonguni við at tosa um nógvar av heimsins ymsu skipanum.

Tað hevur hann sjálvandi loyvi til, men fyri okkum føroyingar er tað uttan týdning, hvørjar skipanir finnast, tí vit liva ikki av skipanum, sum onnur lond hava.

Tað, sum fall mær og mongum fyri bróstið, er at Høgni tileinkisger ríkisfelagsskapin, sum nú hevur verið í gildi í meira enn 50 ár.

Og tað er tað brotið, sum viðmerkingar skulu gerast til.

Í brotinum, sum hann nevnir: Ríkisfelagsskapur er tómt orð, sigur Høgni soleiðis: »Orðið ríkisfelagsskapur er eitt uppfunnið politiskt hugtak, sum ongan veruleika hevur í fólkarætti ella statsrætti. Danska ríkið er eitt eindarríki. Tað er alment sligið fast óteljandi ferðir frá donskum myndugleikum, og tað vita allir aðrir statir í heiminum. Ognar- og yvirvaldsrætturin liggur bert í einum stað, nevniliga hjá donsku ríkismyndugleikunum, og fullveldið er hjá danska fólkinum. Heimastýrisskipanin er bara nakað, danir kunnu velja at geva okkum ella at taka aftur. Hetta hava vit jú fingið prógv fyri í verki«.

So nógv vóru orðini.

Tað er ein ótrúlig háðan ímóti teimum føroysku politikarunum, sum vóru við til at fáa heimastýrislógina setta í gildi. Tað var við henni, at føroyingar fingu status sum ein partur í ríkinum. Og teir politikarar, sum tá virkaðu, royndu at samstarva eftir heimastýrislógini, og tað er júst tað, sum hevur ment føroyska samfelagið til dagin í dag.

Fimtiárini vóru torfør í Føroyum. Tá fór eisini ein banki á húsagang. Men tað var júst í 50-unum, at kanska størsta framstig í Føroya søgu hendi. Tað var tá føroyingar fingu fólkapensjónina. Og hon kom ikki í gildi í Føroyum, um vit ikki vóru í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Tá ráddu javnaðarmenn og sambandsmenn fyri borgum í Føroyum. Teir sóu týdningin í eini skipan, sum kundi bøta um aldurdómin hjá føroyinginum. Tað læt seg ikki gera við eini slíkari skipan, bert við føroyskum pengum. Teir vóru snøgt sagt ikki til.

Tí varð farið niður til Danmarkar at tosa við donsku stjórnina og hon játtaði at gjalda sín ríkiliga part.

Er tað ikki júst fólkapensjonistarnir, sum tit við tykkara politikki háða, so tað stendur eftir? Ert tú so bláoygdur at trúgva, at fólkapensjónin hevði verið sett í gildi uttan danska hjálp, so mást tú trúgva umaftur.

Ríkisfelagsskapurin er ikki eitt tómt orð, sum tú tvíheldur um. Samstarvið í ríkisfelagsskapinum var framúr gott til miðskeiðis í 70unum. Tá komu aðrir politikarar framat, og tá byrjaði eisini gongdin til húsagangin fyrst í 90unum. Ein húsagang, sum tað tekur okkum 20 ár afturat at koma burturúr. Nærum eitt heilt ættarlið av fólki skal bera byrðarnar av politiska ódugnaskapinum í Føroyum.

Hvørki ríkisfelagsskapurin ella heimastýrislógin eiga nakran sum helst lut í tí, sum var Føroya landi fyri.

Tað eru nógv onnur dømi, har natúrligar broytingar eru hendar. Uttanríkismál eru framvegis undir Danmark, men kortini samráðast vit sjálv um øll okkara fiskirættindi. Er tað tómt, ella prógvar nakað í verk?

Longu fyri fleiri árum síðani fingu føroyingar valdið á undirgrundini og tí sum er í undirgrundini. Er tað tómt, ella prógvar tað ikki nakað í verki?

Heimastýrislógin er nakað, sum danir kunnu velja at geva okkum, ella at taka aftur?

Varð heimastýrislógin sett úr gildi, tá Føroyar fóru á húsagang í 50unum ella í 90unum?

Nei, tað var hon ikki. Ístaðin rætti ríkið okkum eina bróðurhond og fíggjaði alla skuldina, sum eitt skifti í 90unum var 11 milliardir kr. tilsamans (brutto).

Er nakað løgið í, at danska stjórnin setti nøkur krøv?

Heimastýrislógin hevur víðar karmar. Í henni stendur m.a.: at eitt ráð kann skipast við tveimum umboðum úr Føroyum og tveimum fyri Danmark. Tey skulu so tosa um viðurskiftini frá báðum síðum og kunnu fremja broytingar, um semja er. Er ikki semja, kann einki setast í verk, fyrr enn hægstarættardómarar hava tikið støðu.

Hevði virðingin frá føroyskari síðu mótvegis heimastýrislógini og ríkisfelagsskapinum verið til, so sat eitt slíkt ráð ella nevnd alla tíðina. Tað hevði beint nógvar forðingar og misskiljingar av vegnum.

Eisini tá talan er um politiska støðu, so er bert tað galdandi, sum tænir landi og fólki best. Tað tykist sum Høgni Hoydal og restin av samgonguni rennur undan ábyrgdini fyri føroyska samfelagnum og Føroya fólki.

M.a. tað er orsøkin til, at hugflogið fær víðar ræsur, og fótafestið verður burtur. Í eins hugaheimi gerst ríkis-felagsskapurin nakað tómt, og heimastýrislógin nakað sum danir taka aftur. Og tá er vavgreyturin fullkomin!

Vit fara enn sum fyrr at halda fast um ríkisfelagsskapin, tí tað er og verður hann, sum tænir Føroya landi best.


Heðin Mortensen,

tingmaður

Sambandsfloksins