Stóri dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskiftið var í Vági, har VB tók ímóti Kyndli.
Sum verjandi meistari er Kyndil náttúrliga liðið, sum hini skulu máta seg móti, og í Vági er setningurin púrasta greitt, at tær vilja heilt fram í oddin í ár.
Og royndin varð staðin í so máta. VB vann nevnliga tryggan sigur á Kyndli, sum var væl við fyrsta korterið – men heldur ikki meira enn tað.
Tá leyp VB avstað, og tær hildu rimmar fast um leiðsluna allan dystin á tamb.
Stóri spælarin hjá heimaliðnum var Helga E. Kjærbo, sum skeyt átta mál. Fyri Kyndil skeyt Anna Brimnes fimm mál.
Í Vestmanna vitjaði StÍF, og tær fingu at sanna, at VÍF hevur ment seg nógv, síðani tær í fyrsta umfarinum vóru fyri óvæntaðum tapi á Skála.
Myndir frá dystinum í Vestmanna síggjast HER
Úrslitið í dag varð tryggur sigurin til VÍF, sum allan dystin hevði trygga leiðslu, og sum ongan tíð slepti hesi.
Úrslitini í dag
VB-Kyndil 25-20 (14-9)
VÍF-StÍF 31-21 (16-12)
Støðan í bestu kvinnudeildini er nú hendan
1 Neistin 12 stig (7 dystir)
2 Kyndil 9 (7)
3 VB 9 (6)
4 VÍF 8 (7)
5 StÍF 6 (6)
6 Stjørnan 2 (7)
7 Søljan 0 (6)