Hondbóltur
Mest sum spildurnýggja kvinnuliðið hjá VÍF vann sunnudagin sín fyrsta sigur í Sunset-kappingini.
VB var komið á vitjan, og fyri bæði liðini var talan um dyst, sum hevði til endamál at toga liðið upp um kriminellur strikuna niðast á talvuni.
Og tað gjørdist VÍF, sum dróg væl longra stráðið í tí dystinum.
Heimakvinnurnar løgdu seg frá fyrsta bríksli á dystin, og tað var sjáldan – um nakraníð – at VB fekk gjørt tað heilt stóra við mótstøðuna.
Longu í steðginum var munurin seks mál, og tí leiðsluni slepti heimaliðið ongan tíð. Fyrstu longu løtuna av seinna hálvleiki bar mest sum einki til hjá VB, og hóast tær pyntaðu eitt sindur um seinastu løtuna, so var tað ongan tíð soleiðis, at tær hóttu vertirnar.
VÍF fekk við hesum síni fyrstu stig, og nú bendir talvan á, at tað verða StÍF og VB, sum skulu stríðast í botninum, um enn tær hjá VÍF neyvan kenna seg heilt tryggar.