Sunnudagin møtast VB og EB/Streymur á Eiðinum í Vági. Hetta er fjórðingsfinalan, sum varð útsett vegna verkfall, men nú skal hon spælast. Hesi bæði liðini liggja púra jøvn eftir fyrstu tveir dystirnar í landskappingini.
VB tapti 1-0 móti TB í fyrsta dystinum, meðan EB/Streymur vann 1-0 á Skála. Hósdagin møttust hesi liðini í landskappingini, og tá vann VB 1-0 á Mølini á Eiði. Vágbingar hava tí sálarliga yvirtakið undan dystinum.
Dysturin var tó javnur, og tí hava sundalagsmenn góðar vónir undan dystinum, og teir trúgva, at tað ber til at koppa VB á útivølli. VB má tó metast sum greiður favorittur, tí vágbingar eru altíð sterkir á heimavølli.
Marek manglar
Marek Viersbicki, ið vanliga spælir á miðvøllinum hjá VB, hevur skaða í rygginum, og hann verður tí ikki við. Hann hevur verið skaddur í longri tíð.
Jón Pauli Olsen var ikki við í seinasta dystinum móti EB/Streymi, men hann er tøkur aftur. Hann fekk skaða í økslina undir venjing, men hvíldin hevur gjørt hann kláran aftur. VB hevur einki leikbann.
Trygvi Mortensen, venjari hjá EB/Streymi, hevur allan hópin tøkan til dystin. Eingin hevur leikbann, og eingin er skaddur.
Liðið, sum fer víðari, skal møta HB í hálvfinaluni, so tað verður torført at koma heilt til finaluna.