Sunset-kappingin
Áðrenn U-23 kappingin hjá kvinnum varð blást ígongd um vikuskiftið, avgreiddu StÍF og VB dystin sínamillum, sum varð útsettur, tá verkfall var fyrr í heyst.
Sum verjandi meistarar hava VB-kvinnurnar havt tað trupult í vetur, og millum annað kastaði seinasta vikuskifti einki av sær, hóast talan tá var um tveir dystir.
Tí var einki at ivast í, hvat kravið var hesaferð, og hóast tær loystu uppgávuna, so var talan ikki um nakað sannførandi avrik.
StÍF beit nevnliga væl frá sær á Skála. Fyri steðgin eydnaðist als ikki hjá VB at skræða seg leysar av mótstøðuni, sum enntá var á odda fleiri ferðir.
Fyrstu minuttirnar eftir steðgin, kom tó vend í. VB togaði seg alt fyri eitt fýra-fimm mál framum, og tann munin hildu tær fast um til dystarlok.
Sum ikk ieinaferð, so var tað Daiva Toumaite, sum gjørdi mest um seg á VB-liðnum - hesa fefrð við 10 málum. Hjá StÍF hava tey tó ársins stjørnuskot frá seinasta kappingarári, og Rebekka Justinussen vísti enn einaferð, at hon væl kann gerast ein heilt stórur fongur hjá liðnum.
Fakta um dystin
StÍF-VB 21-25 (11-11)
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 8(4), Ninna K. Johansen 4, Poula D. Olsen 3, Súnfríð B. Johansen 2(2), Paula B. Høgnesen 2, Malan Petersen 1, Guðrun Ólavsdóttir 1
VB: Daiva Toumaite 10(3), Christina Holm 5, Laila Jespersen 3, Rannvá Augustinussen 3, Margreth Augustinussen 2, Svava Vesturgaard 2
Brotskøst: StÍF 7, VB 5
Útvísingar: StÍF 2, VB 2
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur Skeel