VB-formaðurin: Vit taka so avgjørt undir við uppskotinum

Fótbóltur: VB hevur fyrr havt trupulleikar við fólki, og hóast hetta ikki sær út til at gerast støðan í ár, so fer VB sambært formanninum at taka undir við uppskotinum hjá B68, sum vit umrøddu í blaðnum í gjár

Tað er helst ikki av leið at siga, at VB var fyrsta føroyska felagið, sum styrkti sítt lið við jugoslaviskum spælarum ? ein táttur, sum fleiri lið síðani hava tikið upp. Tað var í 1996, tá Tomislav Sivic og Zoran Mancic komu til Vágs at venja og spæla.

VB er eisini eitt av feløgunum, sum hevur havt bestu royndirnar av útlendskum spælarum, fyrst við Sivic og Mancic og seinni eisini við Milan Milanovic, Milan Culjic og seinast Krzystof Popczynski. Teir fyrstu fýra av hesum eru úr Jugoslavia, meðan tann seinasti, sum er spælandi venjari í dag, er úr Póllandi.

Petur Ludvig, formaður í Vágs Bóltfelag, sigur, at VB fer at taka undir við uppskotinum hjá B68, sum vit umrøddu í blaðnum í gjár, um at hækka mest loyvda talið av útlendingum úr tveimum upp í fýra.

? Tað hevur verið tosað um hetta fyrr, bæði í VB og millum feløgini á árliga fundinum, sum FSF hevur við feløgini, sigur Petur Ludvig.

Hann sigur, at hóast VB í løtuni hevur nóg nógvar spælarar, og at felagið ikki fer at leita eftir fleiri útlendskum spælarum, hóast so verður, at uppskotið hjá B68 vinnur frama á FSF-aðalfundinum tann 30. januar, so fer VB at atkvøða fyri uppskotinum.


Eisini ein spurningur

um pengar

VB hevur í løtuni tveir útlendskar spælarar, sum er tað mesta, núverandi reglurnar loyva á vøllinum ísenn.

? Hóast uppskotið skuldi vunnið frama, so fara vit ikki at royna at fáa fleiri útlendskar spælarar til VB, sigur Petur Ludvig.

? Tað er jú eisini ein spurningur um pengar. Men eg sigi ikki, at vit ikki fara at fáa nakran afturat, um tað eydnast at útvega honum arbeiði her, sigur VB-formaðurin.

Í fjør var Milan Milanovic venjari hjá VB fram til summarsteðgin, tá sáttmálin við hann varð sagdur upp við tí grundgeving, at fíggjarstøðan ikki var nóg góð til at halda fram við samstarvinum.

Petur Ludvig vísir annars á, at tað hjá einum felagi sum VB, ið liggur í útjaðaranum av landinum, er tað sera trupult at lokka føroyingar úr meginøkinum til VB at spæla. Tí kemur ein lógarbroyting sum tann, ið nú verður skotin upp, eisini væl við hjá vágbingum.


Liðið styrkt

Hóast VB eftir øllum at døma ikki fer at fáa sær fleiri útlendingar á liðið í ár, so verður liðið styrkt í mun til í fjør.

Tórður Holm, sum hevur spælt við TB, er komin til VB í ár, og Elian Hansen, sum fyrr hevur spælt við NSÍ, men sum eisini hevur verið at sæð á VB-liðnum fyrr, fer at spæla fyri vágbingar í ár.

Og harumframt er Búi Dahl eisini komin heimaftur. Hann er vágbingur, men hevur verið í Danmark seinastu árini. Nú er hann komin heim og gongur á læraraskúla í Havn, og hann skal spæla við VB, har hann helst fer at vera í verjuni, men eisini kann brúkast á miðjuni.


Vælmannaðir

Tað stóð illa til hjá VB um hesa tíðina fyri einum ári síðani. Tað vóru bert 10-12 mans til venjing hvørjaferð, og tað var ov lítið til eitt 1. deildarlið og eitt 3. deildarlið.

Í ár sær betri út. Umleið 20 mans hava verið til venjing, síðani byrjað varð aftur í síðstu viku.

Krzystof Popczynski er framvegis spælandi venjari, og hann hevur tvey ár eftir av sáttmálanum.

Hin útlendingurin, Milan Culjic úr Jugoslavia, verður eisini við aftur í ár. Hann kom til VB í fjør, og har er sáttmálin galdandi fyri eitt ár ísenn.