VB í hálvfinaluni

Vágbingar byrjaðu vikuskiftið við at vinna tryggan sigur á Kyndli, og harvið vinna seg fram í hálvfinaluna í steypakappingini

Kvinnuhondbóltur

Tað er ikki altið eins ómaksleyst at ferðast um Suðuroyarfjørð. Tí høvdu Kyndil og VB gjørt av, at nú Kyndil kortini skuldi suður á vitjan, so var tað helst eins gott, at liðini fingu gjørt fjórðingsfinaluna í steypakappingini burtur av sær.

Leygardagurin varð sostatt nýttur til steypakapping, og her eydnaðist tað VB at vinna ein hampuliga tryggan sigur á Kyndli. Munurin varð fyrst og fremst grundaður seinnu helvt av fyrra hálvleiki, tá VB innan 10 minuttir leypt frá 6-6 til 13-7.
Hendan munin megnaði Kyndi longan tíð at vinna aftur, og eitt skifti hótti VB enn tá við at vinna rættiligan stórsigur, men tað gjørdist so ikki til meira enn hóttanin. Kreftir skuldu jú eisini nýtast næsta dagin, tá landskappingardystur var á skránni.

Dysturin í tølum
VB-Kyndil 27-20 (14-9)
Málskjúttar:
VB: Dajva Tuomaite 9(2), Arnleyg Hjelm 7, Reda Kurkaskiene 4, Eyðbritt Kroslá 2, Laila Jespersen 2, Eyðdis Kjærbo 1, Anja Magnussen 1(1), Guðrið Mortensen 1
Kyndil: Annika Ljósstein 8(4), Lotte Sørensen 4, Ann-Mari Vang 2, Annika Thomsen 2, Jensia Petersen 2, Marjun Tróndarson 1, Heidi Maria Akselsen 1
Brotskøst: VB 5, Kyndil 6
Útvísingar: VB 2, Kyndil 2
Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen.