Triðja árið á rað skal VB hava jugoslaviskan venjara til besta fótbóltsliðið hjá sær.
Milan Milanovic, sum hevur verið venjari í felagnum í ár, heldur fram sum venjari. Hann avloysti ein annan jugoslava, Tomislav Sivic, tá hesin eftir eitt ár í VB flutti til B36.
Vit hava gjørt sáttmála við Milan Milanovic, og hann heldur fram sum venjari hjá okkum næsta ár eisini, sigur Petur Ludvig, sum er formaður í Vágs Bóltfelag.
Vit eru nøgdir við tað, sum Milan hevur avrikað, og tá spælararnir eisini eru sinnaðir at halda fram við honum sum venjara, hava vit avgjørt, at samstarvið heldur fram.
Hin jugoslavin, sum er í felagnum nú, heldur ikki fram. Zoran Mancic, sum hevur víst seg at vera frálíkur miðvallari, heldur ikki fram í VB.
Hann ætlar sær heim, men hvør veit, um ikki okkurt føroyskt felag fær fatur á honum áðrenn hann er farin avstað.
VB hevur í tvey ár verið við í oddinum í 1. deild, men aftur í ár sær tað út til at heiðursmerkini fara til onnur feløg, hóast VB hevur verið heilt frammi meginpartin av árinum.
VB er nummar fýra nú eitt umfar manglar av landskappingini.