VB heldur lív í FM-vónini

Hondbóltur: Hóast Stjørnan er tvey stig frammanfyri VB og liggur betur fyri í mun til FM-finaluna, so ger VB alt fyri at hanga í. Sunnudagin vunnu tær 30-24 á Tjaldur

Avgjørdu beinanvegin
Tær úr VB avgjørdu í grundini dystin í Runavík alt fyri eitt og loyvdu ikki Tjaldur at spæla við fyrstu løtuna. Eftir fyrstu 10 minuttirnar var VB nevniliga á odda heili 7-0, og tá gjørdist ov tungt at koma aftur hjá runavíkingum, sum hava havt tað trupult í ár.
VB spældi við einari álopskendari verju og hepaðist tað væl. Hálvleiksstøðan var 16-10 til VB.

Veteranurin á odda
Í seinna hálvleiki helt leiðslan sær og Tjaldur megnaði ongantíð at hótta VB. Serliga var tað veteranurin hjá VB, stórspælandi Gurið K. Mortensen, sum gjørdi av við Tjaldur og skeyt fleiri enn helvtina av málunum, VB fekk – nevniliga 16 av málunum í trygga 30-24-sigrinum. Seinasta korterið av dystinum lat VB-venjarin, Kári Horn, allar tær ungu á liðnum at sleppa at royna seg.
Við sigrinum heldur VB framvegis lív í FM-vónini og er tvey stig aftanfyri Stjørnuna, meðan Tjaldur við enn einum tapi bara má staðfesta, at tað er einsligt í botninum.

Tjaldur – VB 24-30 (10-16)

Tjaldur: Adina Petrea (9) Heidi Sevdal (5) Alina Olaru (3) Sólfríða Pattinson (2) Rannvá Jacobsen (2) Ansy Sevdal (2) Barbara Nygaard (1)

Útvísingar: 4 x 2min.

VB: Gurið K. Mortensen (16) Helga E. Kjærbo (5) Rannvá Johannessen (3) Natasha Ivanovski (2) Bjarta Hergeirsdóttir (1)

Útvísingar: 4 x 2min.