Fótbóltur
VB er framvegis niðasta liðið í Sunset-deildini, og enn sum áður hóttir niðurflytingin liðið.
Undan dystinum hesa ferð hevði liðið veruliga knívin á barkanum. Tapið á heimavølli móti VÍF bar við sær, at treytirnar til liðið nú vóru púrasta greiðar. Tveir dystir móti StÍF og ein móti VÍF skulu allir vinnast, og fyrsta partin av hesum avgreiddi VB sunnudagin.
Móti StÍF bar tað nevnliga til, sum ikki hevur borði til so leingi.
Allan dystin var VB omaná, og tær tóktust stevna móti eini trivaligari hálvleiksleiðlsu, áðrenn StÍF við tveimum skjótum málum aftur skapti spenning í.
Tann spenningurin helt sær, til einir átta minuttir restaðu at spæla. Verjan hjá VB hevði staðið væl allan dystin, og tá tær saman við málverjanum púrasta læstu málið av, fekk heimaliðið skrætt seg leyst, og so var fagnaðurin øgiligur.
Enn er arbeiðið ikki liðugt – onkur vildi kanska sagt langt ífrá. Men samstundis er ein góð byrjan ikki at forakta, og nú hava kvinnurnar úr Vági framvegis alt at spæla fyri í teimum báðum útidystunum, sum skulu spælast móti StÍF og VÍF.
Hartil er eisini ein heimadystur móti Neistanum, og kann hesin kasta eitt og kanska tvey stig av sær, er als ikki víst, at VB er so langt frá bjargingini, sum tað annars hevur verið líkt til.
Fakta um dystin
VB-StÍF 29-23 (14-12)
10 min: 3-4
20 min: 9-6
40 min: 16-16
50 min: 21-19
Málskjúttar
VB: Migle Senvaityte 11(4), Svava Vestergaard 7, Bára K. Mortensen 3, Monika Samuelsen 3, Christina Holm 3, Una Egilsdóttir 1, Andrea Nielsen 1
StÍF: Rebekka Justinussen 10(4), Roxanna Bodirlau 3, Fríðrún Danielsen 2, Bára Berthelsen 2, Adrianna Dobra 2, Rósa Danielsen 1, Annika Petersen 1, Oddrun Danielsen 1
Brotskøst: VB 4, StÍF 4
Útvísingar: VB 3, StÍF 4
Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Magnus í Króki