VB hoyknaði í trýstinum

Annan toppdystin á rað hevði VB møguleika at skúgva allan iva burtur, men enn einaferð mistu tær takið, tá mest stóð á

Hondbóltur

 

Fagnaðurin var øgiligur, tá Tjaldur sunnudagin staðfesti, at tær enn hava eitt stórt orð at siga, tá FM-finalistarnir í kvinnuhondbólti skulu finnast.

Í so máta var talan um eitt slag av sannleikans tíma sunnudagin. Bæði hjá Tjaldri, sum fyri tað nógva hevur haltað nakað aftaná hinum oddaliðunum, men so sanniliga eisini hjá VB, sum eftir at hava ligið serstakliga væl fyri, nú var í vanda fyri at koma undir heilt stórt trýst.

 

Byrjaðu væl

Og kanska var trýstið júst tað, sum gjørdi, at VB ikki stóð royndina.

Tí hondbóltsliga var VB betra liðið størsta partin av dystinum. Fyrstu løtuna settu nervar annars sín dám á, og liðini bæði kappaðust um at gera býttislig og óneyðug mistøk, men VB fekk fyrst tamarhald á, og eina løtu hóttu tær við púrasta at drepa spenningin í dystinum.

Í mun til so nógvar aðrar dystir hjá VB, so var talan tó als ikki um nakra solo-framførslu frá útlendsku profilunum hjá liðnum. Alina Olaru hevur í fleiri ár útmerkað seg sum kanska besti verjuspælarin í landinum, og tað var sera sjáldan, at Daiva ella Aukse veruliga sluppu framat. Hinvegin eydnaðist væl hjá VB at spæla breitt, og tað dugdu Rannvá Johannesen og Svava Vestergaard at gera sær dælt av.

Fyrsta stóra broytingin kom tó, tá Tjaldur gjørdi av at seta Guðrun í Lágabø inn í málið. Hon vant seg skjótt upp við nøkrum góðum bjargingum móti barndómsfelagnum, og so fór Tjaldur av álvara at tátta móti mótstøðuni.

 

Kódnaðu í trýstinum

Og sum so endurtók sama søgan seg eftir steðgin.

Hesa ferð vóru tað kanska ikki eins nógv nervarnir, sum gjørdu um seg, men snøgt sagt, so var VB betra liðið fyrsta stóra partin av seinna hálvleiki.

Men tað eydnaðist ikki at gera sær dælt, tá tær annars vóru trý mál á odda, og Tjaldur samstundis fekk Alinnu Olaru útvísta. Guðrun í Lágabø helt á fram við sínum stórspæli, og tvær ferðir kom Adela Burcea inn at bjarga brotskasti.

Samstundis valdi VB at fara út í mansverju av Alinu og Adinu seinasta góða korterið, men hetta var ikki nøkur treytaleys succés. Partvíst gav hetta Anniku Thomsen betri pláss at sveiggja vinstruhondina, og partvíst megnaði Tjaldur sera væl at spæla seg til tríggja-metrakast, og so kundi Adina sveiggja hamaran.

Og so gjørdist alt so sera febrilskt. Sálarliga megnaði VB ikki at standa ímóti trýstinum, og tá Tjaldur skeyt seg upp á 31-29, mundi rómurin á heimaáskoðarunum ongan enda tikið. Tað gjørdi ikki mun, at VB minkaði einaferð, tí Adina hevði enn eitt rimmarhøgg eftir. Tjaldur tók dystin, og harvið er spenningurin í deildini varðveittur í nakrar vikur afturat.

 

Fakta um dystin

Tjaldur-VB 32-30 (15-15)

10 min: 4-6

20 min: 8-10

40 min: 20-22

50 min: 24-25

Málskjúttar

Tjaldur: Adina Petrea 13(1), Annika Thomsen 7, Alina Olaru 7, Jacoba Langgaard 3, Elinbjørg Hammer 1, Sarah Ann. B. Thomsen 1

VB: Svava Vestergaard 7, Rannvá Johannesen 5, Daiva Toumaite 5(3), Aukse Vysnaiskaite 5(1), Gurið Mortensen 5(1), Bára Mortensen 2, Laila Jespersen 1

Brotskøst: Tjaldur 2, VB 7

Útvísingar: Tjaldur 3, VB 3

Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen