Dagfinn Olsen
Fríggjadagin skrivaðu umboð fyri Shell og umboð fyri hondbóltsdeildina hjá VB undir sáttmála. Talan er um sáttmála, har Shell er høvuðsstuðul hjá VB hondbólti. Hetta er tvey ára sáttmáli, og er hann millum VB, Shell og Sp/F Oyri, sum er Shellumboð í Vági.
Við hesum verður farið undir 3. árið, har Shell er høvuðsstuðul hjá VB hondbólti. Og Erling í Liða, marknaðarleiðari hjá Shell duldi ikki, at Shell fegnast um at kunna stuðla fremsta kvinnuliðnum hjá VB í hondbólti, tí hesar hava sum teim flestu kunnugt sera góð úrslit at vísa á.
Eisini fegnaðist hann um, at Shell kemur út um miðstaðarøkið og er við til at stuðla í útjaðaranum, og hann vónaðu tað besta framyvir, og at útslitini framvegis gerast millum tey bestu.
Og VB-venjarin og hini VB umboðini mettu kvinnuliðið at vera væl fyri. Stamman er hin sama, men tó ber eisni til at siga, at talan er um nýtt lið, nógvar yngri kreftir eru komnar framat.