VB mátti stríðast fyri sigrinum í Hoyvík

(Rás2) Hoyr VB-veteranin, Gurið K. Augustinussen seta orð á 26-22 (13-11) sigurin hjá VB ímóti H71 í Hoyvíkshøllini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við VB-veteranin, Gurið K. Augustinussen aftaná Gurið og liðfelagarnir høvdu vunnið 26-22 (13-11) á H71 í Hoyvíkshøllini.

 

Gurið K. Augustinussen, sum tók nógv tøk í verjuni, og eisini skoraði trý mál staðfestir, at hon og liðfelagarnir máttu arbeiða fyri sigrinum ímóti einum ungum og evnaríkum H71-liði, sum stríðist alla tíðini, og ongantíð gevur upp. Seinastu átta minuttirnar fór VB tó frá H71, og fekk hálað sigurin heim.

 

Komandi leygardag møtast nummar tvey og trý, Kyndil og VB í høllini á Hálsi í Havn. Bæði liðini hava 20 stig, og Gurið K. Augustinussen sær góðan møguleika fyri, at VB kann fáa stig við sær frá tí dystinum.

 

Royndi VB-spælarin greiðir frá, at samansetingin á liðnum í ár er heilt serlig, har talan er um royndar spælarar, fýra evnaríkar ungar danskar kvinnur, sum hava gingið á ítróttarskúlanum í Vági, og so eisini nakrar ungar lokalar kvinnu. Men Gurið K. Augustinussen heldur, at blandingin saman við venjaranum, Rasmus Stensgaard, sum er ein góður venjari roynist væl. 

 

Úrslitini í hvonndeildini í dag:

 

 

Neistin-Stjørnan 21-24 (7-9). Toppskjúttar: Neistin: Daniella Joensen og Eir Berg, 7 mál hvør. Stjørnan: Tóra Eliasen 10 mál.

 

StÍF-Kyndil 18-32 (8-19). Toppskjúttar: StÍF: Erla Petersen, 8 mál. Kyndil: Bára K. Hansen, 14 mál.

 

H71-VB 22-26 (11-13). Toppskjúttar: H71: Eva Barba Arge, 6 mál. VB: Mathilde M. Pedersen, 9 mál.

 

 

Støðan:

 

 

hvonndeildin:
1VÍF11 dystir337243+9421 stig
2Kyndil12333242+9120
3VB13355276+7920
4Neistin13299312-1311
5Stjørnan13289325-368
6H7113278323-457
7StÍF13188358-1701