Coca-Cola kappingin kvinnur
Fyrsti av teimum fýra hálvfinaludystunum í Coca-cola kappingini hjá kvinnum stóð á skránni, tá VB vitjaði í Havn leygardagin. Mett eftir úrslitunum í ár, so var einki at ivast í, at VB vóru favorittar at vinna dystin, og hendan metingin vísti seg eisini at halda.
Tó at spælið langt ífrá var so málsøkið, sum tað fleiri ferðir hevur verið í ár, so var tað fyri tað mesta so, at VB hevði munin. Verður sæð burtur frá fyrstu 10 minuttunum, so hildu teir alla tíðina Neistanum í stuttum tjóðri, og tað, sum verjan ikki megnaði at byrgja fyri, endaði aloftast hjá væl leikandi Daiva Ylaite í málinum.
Og tó at álopsparturin ikki gekk so væl, sum hann oftani hevur gjørt, so hevur VB her tvær av bestu individualistunum í landinum, og hesum báðum megnaði Neisin ongan tíð at halda.
Við sigrinum er lítið at ivast í, at VB hevur meira enn annan fótin í steypafinaluni, sum so verður teirra triðja í fýra ár. Við fýra málum umframt fyrimuninum av heimavølli í seinna dystinum er í øllum førum ilt at fáa eyga á, hvussu tær skulu missa móti Neistanum. Ikki minst, tá havt verður í huga gongdin hjá liðunum báðum í landskappingini, har Neistin í løtuni tykist skrambla fullkomuliga saman, meðan VB hinvegin heldur rimmarfast í oddastríðnum.
Dysturin í tølum
Neistin-VB 15-19 (5-8)
Málskjúttar:
Neistin: Súna Mørk 6(3), Christina Holm 2, Lív Sørensen 2, Anna Clementsen 2, Ása á Neystabø 1, Rakul Augustinussen 1, Simona Dziugyte 1(1)
VB: Reda Kurkaskiene 8(1), Rannvá Augustinussen 5, Daiva Tomaite 3(2), Eyðdis Kjærbo 1, Arnleyð Hjelm 1, Eyðbritt Krosslá 1, Laila Jespersen 1
Brotskøst: Neistin 6, VB 5
Utvísingar: Neistin 1, VB 3
Dómarar úr Kyndli: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr