VB og Claus skiljast

Kvinnurnar hjá VB skulu hava nýggjan venjara. Claus Rasmussen heldur ikki fram í felagnum

Besta kvinnuliðið hjá VB hevur havt eitt misjavnt kappingarár í Hvonn-deildini, sum er besta kvinnudeildin í hondbólti. Nú er greitt, at venjari, Claus Rasmussen, ikki heldur fram í felagnum.

 

VB hevur ikki klárað at blanda seg upp í FM finalu stríðið í landskappingini, meðan tær blivu akkurát ov stuttar til steypafinaluna, eftir umstríddu seinnu hálvfinaluna, sum bleiv flutt upp til fleiri ferðir.

 

Claus Rasmussen váttar fyri in.fo í dag, at hann ikki longur er venjari hjá felagnum. Hann er ikki við liðnum, sum í dag er í Klaksvík og spælir móti Stjørnuni. Sum skilst, so stendur Egill Steintórsson á odda fyri liðnum í dag.

 

Hvonn-deildin:

Neistin – StÍF (14.30) Beinleiðis á Rás2

Stjørnan – VB (15.00)