VB og VÍF í toppuppgerð í Vági

Tey bæði kvinnuliðini, sum hava staðið seg best higartil, VB og VÍF, spæla móti hvørjum øðrum í morgin. Vinnarin kann fara frá hinum liðunum

Hóast vónirnar við kappingarbyrjan mundu vera avmarkaðar í Vági, so eru tær helst vaksnar munandi síðstu vikurnar, tí spildurnýggja VB-liðið ? bara ein spælari er eftir frá í fjør ? er við í toppinum.
Hevur mótstøðan frá Tjaldri og Stjørnuni í teimum báðum dystunum hjá VB kanska ikki verið tann øgiligasta, kann henda, at annað lagið verður í morgin.
Tá eru tað greipuvinnararnir síðstu tvey árini, VÍF, ið koma á vitjan í Vági, og tað er altíð ein stór avbjóðing at skula fáa stig frá stinna kvinnuliðnum hjá vestmenningum.
Hvussu er og ikki, so er hetta toppuppgerðin hesa ferð, ið verður avgreidd í Vági, og tá skal tað kanska vísa seg, hvussu langt VB og VÍF kunnu røkka, tí vinnarin hevur møguleika at fara eitt fitt petti fram um hini liðini.

Greiður favorittur
Í ítróttarhøllini á Hálsi spæla Neistin og Tjaldur í morgin, og her er talan um dyst millum Neistan, ið roynir at liggja framvið í ovara endanum, og so botnliðið Tjaldur, ið er einasta stigaleysa liðið higartil.
Uttan iva eru kvinnurnar hjá Neistanum favorittar undan dystinum, ið eisini er heimadystur hjá teimum. Og fyri viku síðani góvu tær júst oddaliðnum VÍF ein skarpan gang í Vestmanna.
Støðan hjá Tjaldri er hinvegin sera einføld: Einki hevur gingið eftir vild higartil, og við trimum tapum í viðførinum kann sjálvt ein javnleikur fara at kennast sum ein stórur sigur.

Botnur ella ei_
Triði kvinnudysturin er í Klaksvík, har Stjørnan kanska hevur betri útlit fyri stigi, enn í hinum báðum heimadystunum higartil.
Liðið við sínum royndu spælarum tók stig frá Neistanum fyri tveimum vikum síðani, og tí má tað ikki síggja ómøguligt út móti StÍF, sum vitjar hesa ferð.
Hinvegin vil StÍF vælsaktans prógva fyri bæði øðrum og sær sjálvum, at liðið hoyrir ikki heima í botninum, og saktans kann endurtaka ein sigur sum tann, ið varð vunnin á Tjaldri síðsta sunnudag.
Kundi hent, at hesin dysturin gjørdist eins spennandi og toppuppgerðin suðuri í Vági kundi blivið tað.