Alt rapaði hjá VÍF eina løtu í fyrra hálvleiki. Kvinnurnar úr Vestmanna fingu einki mál í 10 minuttir, tá vágskvinnur settu ferð á.
VB tóktist hava fult tamarhald á dystinum, og tað var bara í løtum, at VÍF royndi at hótta.
Tað var serliga Gurið Mortensen, sum skaraði framúr hjá VB. Hon var sannførandi í verjuspælinum, og hon gekk undan í álopsspælinum hjá gestunum. Hon var ein støðug hóttan.
Bara tvey stig afturat
Munurin var tann sami í seinna hálvleiki. Fýra mál skilti liðini so at siga allatíð.
VÍF royndi at toga seg inn á aftur gestirnar eftir hvíldina, men leiðslan hjá VB var ongantíð í vanda. Vágskvinnur høvdu tamarhald á støðuni.
VB hevur nú vunnið tvær ferðir upp á slag. Vágskvinnur eru hinvegin anonymar á stigatalvuni, tí tær eru heili níggju stig frá finaluplássinum.
Tískil vann VB sær bara tvey stig afturat í skjáttuna hesaferð.