VB/S treiskast í botninum

NSÍ hevði bóltin nógv, men skapti lítið. VB/Sumba tók sín kjans, skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki og er nú rættiliga á lívi í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting


Botnliðið VB/Sumba fangaði NSÍ á skeiva beininum og vann dystin í Vági sunnudagin.
VB/Sumba stríðist ein harðan kamp við B68 og ÍF um at sleppa undan niðurflyting, og í gjár var tað Suðuroyarliðið, sum var omaná. Bæði B68 og ÍF taptu sínar dystir, og so streyk VB/Sumba fram um tey áðrenn seinata dystin leygardagin.
NSÍ er mest sum givið fyri í ár. Eftir at liðið tapti toppdystirnar fyri B36, HB og EB/Streymi herfyri, hevur liðið valla klárað at manna seg veruliga upp aftur. Seinastu átta dystirnar hevur NSÍ bert fingið fýra stig, og teir hava tapt seks av hesum átta dystum.
Nú er vónin um heiðursmerki farin, og tað verður eisini trupult hjá liðnum at vinna sær europeiska luttøku næsta kappingarár.
 
Skoraðu tvær ferðir
Dysturin í Vági sunnudagin myndaði seg soleiðis, at NSÍ hevði bóltin nógv, men teir skaptu fáar veruligar málkjansir. VB/Sumba fekk nakrar kjansir, og teir tóku sínar kjansir.
Tá ið 14 minuttir vóru spældir var tað VB-toppskjúttin, Birgir Jørgensen, sum enn einaferð sló til. Hann hevur boðað frá, at hann gevst at spæla fótbólt eftir hetta kappingarárið, og tí var hetta seinasti heimdysturin hjá honum í Vági. Tað markeraði hann við at skora. Jón Krosslá Poulsen spældi bóltin inn um verjuna, Birgir var fyrstur á bóltinum, dró upp á tvørs og sendi í málið til 1-0.
Tá ið slakur hálvur tími var spældur, var tað verjuspælarin Karl Lisberg, sum økti til 2-0. Hann fekk bóltin nakað frammanfyri miðjuna, eftir hornaspark, hann dró eitt sindur og smekkaði til úti frá. Bólturin streyk beint í málið til 2-0.
Hetta var eisini hálvleiksstøðan, og teir á heimaliðnum vóru sera væl nøgdir við leiðsluna, og restina av dystinum var dentur lagdur á at verja hesa leiðslu.
 
Skaptu ov lítið
NSÍ hevði bóltin nógv meira enn VB/Sumba í dystinum, og serliga í seinna hálvleiki royndi NSÍ at trýsta heimaliðið. VB/Sumba kom eisini at standa nógv í verjustøðu, men teir vardu væl, og NSÍ var í stórum løtum mest sum í tómgongd. Liðið spældi bóltin nógv runt, men teir skaptu fáar kjansir.
NSÍ-venjarin royndi at gera onkrar skiftingar og koyra á sínar menn, men tað var heimaliðið, sum fekk tann størsta kjansin í seinna hálvleiki.
Hetta var, tá ið ein vældømandi Petur Reinert bríkslaði fyri brotssparki til VB/Sumba. Birgir Jørgensen varð settur a skjóta, men tann vanliga tryggi skjúttin, smekkaði bóltin upp um málið. Hendan dagin hevði VB/Sumba ráð at brenna brotsspark, tí NSÍ fekk ongantíð hol á, og VB/Sumba vann tí dystin 2-0.