VB/S umhugsar luttøkuna í 1. deild

Eftir at 1. deildarliðið hjá VB/Sumba leygardagin tapti heili 20-0 fyri AB, heitir felagið nú á møguligar spælarar um vísa seg og koma til venjing.
­- Vit fara at loyva okkum at heita á allar teir, sum ikki vilja hava hetta sitandi á sær, um at taka vánaliga úrslitið til sín og at gera nakað við tað. Okur fara tí vegna venjarar og fótbóltsnevnd, at heita á leikarar at taka uppgávuna í álvara og at møta til venjing, stendur at lesa á heimasíðuni hjá VB.- Tað er meiningsleyst at skipa fyri fótbólti í næstbestu deildini og fáa skammilig úrslit, bara tí at menn ikki tíma at venja. Kemur ikki betri skil í verður liðið tikið úr kappingini.