Hondbóltur
Sjáldan munnu vestmenningar hava hugt so tigandi eftir sínum liði, sum tey gjørdu tað hóskvøldið, tá VB var á vitjan. Hóast væl av fólki var í høllini, og hóast meginparturin av hesum mundi koma úr Vestmanna, so vóru tað einamest vágbingarnir, sum hoyrdust. Og seinasta korterið ella har á leið fór so smátt at tynnast á áskoðaraplássunum, har bert tey mest trúføstu av heimaáskoðarunum at enda høvdu hug at fylgja við, og har sjálvt ikki hesi høvdu orku at koyra undir heimaliðið.
Byrjaði væl
Undan dystinum varð annars av teimum flestu roknað við, at her fór talan at verða um ein sera javnan hondbóltsdyst millum tvey av bestu liðunum í landinum, og fyrstu góðu tíggju minuttirnar livdi dysturin eisini upp til hetta stemplið.
Tosað hevði eisini verið um, hvussu liðini fóru at reagera, nú tey loksins skuldu hittast. Ein uppgerð, sum varð útsett av eftir hondini væl lýsa útlendingamálinum, har júst hesi bæði feløgini fram um nakað annað vóru høvuðspersónarnir hvør sínu megin skotgravirnar.
Fyrstu tíggju minuttirnar tóktist tó, sum um vóru bæði liðini fullkomuliga klár at sleppa øllum hesum. Heldur varð øll orka løgd í at vísa, at tað var á hallargólvinum, at uppgerðin skuldi standa, og alt bendi á, at áskoðararnir skuldu fáa eina ferðmikla, vælleikta og ikki minst spennandi uppgerð at síggja.
Hetta helt sær tó ikki so leingi. VB hevði kanska havt betra hugin at halda sær framman fyri mótstøðuna, og tá VÍF so brádliga gav teimum møguleikan at fara avstað, skuldi hetta ikki sigast tvær ferðir. Umframt eitt misnýtt brotskast um hetta mundi, so misnýttu tær á heimaliðnum eisini tvær ferðir á rað upplagdar møguleikar eftir kontra (hetta skal Asta í VB-málinum tó eisini hava rós fyri), og so punkteraði ballónin av álvara.
VÍF royndi eina løtu at hanga í, og eitt time-out tóktist hava givið teimum nakað av skipan í spælið aftur. Men seinastu seks-sjey minuttirnar tók VB dik á seg, og so sá VÍF ikki halaferðina á teimum aftur.
Skuldu eyðmýkjast
Bart út sagt, so hekk nú einki hjá VÍF saman. Á álopspartinum vórðu graverandi mistøk framd ferð eftir ferð. Skotroyndirnar vóru ofta ókonsentreraðar, og í verjupartinum megnaðu tær als ikki at halda ágrýtnu gestunum frá fatinum. Heldur ikki hóast tær langa løtu royndu at mansverja bæði Aukse Vysniaskaite og Daiva Toumaite. Spurningurin er so eisini, hvussu smart tað var at taka báðar tær útlendsku úr spælinum, tí hóast Daiva hevur eitt sera vandamikið skot, so er hon ikki eins gjøgnumbrotssterk og Aukse. Og at VB hevur aðrar og kvikar leikarar, bleiv nú sera sjónligt. Við fýra ímóti fýra gjørdist VÍF-verjan mest sum víðopin, og fimm mál á rað gjørdu tað mest sum av við VÍF.
Longu fyrstu minuttirnar av seinna umfarinum var eisini sjónligt, at VÍF hevði givið seg yvir. At kalla eingin vilji var at venda støðuna, sum tó eisini tóktist vónleys, og VB kundi lættliga bara koyrt sigurin heim við hálvari ferð. Tað er júst tað, sum ofta hendir í slíkum førum, men tað vildi VB. Tað tóktist eins og høvdu tær sett sær fyri, at tað var einki við at slappa av, fyri tí um VÍF var á knøunum. Tær skuldu niður at liggja, og tað komu tær eisini. Við einum korteri eftir stóð 12-25 á máltalvuni, og slíkan umgang man eitt fullmannað VÍF-lið ikki hava fingið í langa tíð. Og ikki fyrr enn henda staðfesting var veruleiki, slappaði VB eitt sindur av. Smílini vóru stór, hvørja ferð skoringar komu á talvuna, og tó at VÍF nú fekk fylgt við í málskjótingini, so nervaði hetta á ongan hátt VB. Tær høvdu so sanniliga víst, hvar skápið skuldi standa, og helst taldi hetta meira í teirra hugaheimi, enn aktuella støðan á stigatalvuni.
Sálarligt trýst
Og so slepst ikki undan at nevna, at tað í løtuni tykist liggja eitt stórt sálarligt trýst á VÍF-kvinnunum. Eitt er støðan á stigatalvuni, har liðið eftir tvey tap á rað er á einum triðja plássi aftan fyri VB og Stjørnuna.
Annað - og helst týdningarmiklari ? er leikluturin, sum liðið eftir øllum sólarmerkjum at døma hevur fingið í útlendingamálinum. Kanska er tað at taka ov harðliga til orðanna, um sagt verður, at fleiri feløg hava lagt hatur á VÍF, men tað er so einki at ivast í, at VÍF er LIÐIÐ, sum øll vilja vinna á í løtuni. Kanska einamest undirstrikað av úttalilsunum, sum Annika Ljósstein hjá Stjørnuni førdi fram í sjónvarpinum eftir dystin sunnudagin.
Tað leggur eitt trýst á liðið, longu áðrenn dystirnir byrja, og tí skal ikki so nógv til, áðrenn stórar foyrur koma í sjálvsálitið hjá leikarunum.
Í so máta man tað kennast sum ein stórur lætti hjá liðnum, at komandi dystirnir eru ímóti Kyndli, StÍF og Søljuni. Á pappírinum eru tað í øllum førum tríggir dystir, sum skulu kasta seks stig av sær, og so kann tað vera, at sjálvsálitið kvinkar nakað uppeftir og trýstið uttan ífrá nakað niðureftir.
Dysturin í tølum
VÍF-VB 16-29 (9-17)
Málskjúttar:
VÍF: Sóley Mikkelsen 5(1), Ioana Rápa 4(1), Fríða Marjunardóttir 2, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Irina Racovici 2, Jacklin Durhuus 1
VB: Aukse Vysniaskaite 11(5), Daiva Toumaite 7, Gurið Mortensen 7, Laila Jespersen 2, Margreth Augustinussen 1, Rannvá Augustinusen 1
Brotkøst: VÍF 3, VB 6
Útvísingar: VÍF 5, VB 4
Diskvalifikatión: VÍF 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum og Uni Wardum. Sýndu enn einaferð, at teir helst eru besta parið í landinum.