Í gjár kom VB í steypafinaluna og í dag skulu tær spæla í landskappingini. Mótstøðan er mótstøðuliðið í steypafinaluni, Neistin.
Við seinasta kastinum í dystinum í gjár móti Stjørnuni í Vági tryggjaði VB sær eitt pláss í steypafinaluni. Tá nærkaðist klokkan 17. Í dag klokkan 14.30 skulu aftur á vøllin. Hesa ferð í høllini á Hálsi.
Talan er um eina frumframsýning av steypafinaluni, sum verður um tvær vikur. Neistin vann seg í steypafinaluni fyrr í vikuni.
Tað er einasti landskappingardysturin hjá bæði monnum og kvinnum um vikuskiftið.
Fremsta deild kvinnur:
Neistin VB: 14.30