VB staðfesti sítt pláss

VÍF-VB 33-25 (16-11):
VB fekk einki stig í Vestmanna í gjár. Tí er so at siga greitt, at vágskvinnur verða á aftasta plássinum, tá seinasta leikumfar er spælt. Víðkanin av Sunset-deildini er tí einasta bjargingin hjá liðnum

11 av teimum 14 hondbóltsfeløgunum í landinum hava sent skriv til Hondbóltssambandið um at víðka bestu kvinnu- og mansdeildina til komandi kappingarár. Tá ársins útgáva av landskappingunum er avgeidd skal HSF at taka støðu um kappingarskipanina fyri næstu árini. Avgerðin kann gerast bjargingin hjá VB.
Tað verður at kalla vónleyst hjá VB at bjarga sær tilveruni í Sunset-deildini. Tað varð staðfest í gjár, tá vágskvinnur taptu greitt í Vestmanna. VB skal komandi vikuskiftið vitja StÍF, sum er næstniðast. Munurin millum liðini er fýra stig nú tveir dystir resta í. Tí er greitt, at ein víðkan av deildini kann verða bjargingin hjá liðnum.

Hóttu ongantíð
Skuldi VB framvegis gera sær vónir um at vinna seg av botnsessinum, var neyðugt við einum sigri á VÍF. Men gestirnir úr Vági hóttu ongantíð. VÍF rann avstað beinanvegin, og miðskeiðis í fyrra umfarinum skræddi guli herðurin seg leysar. Tá megnaði VB ongantíð at svara aftur.
Við avrikinum í gjár staðfesti vágskvinnur sítt pláss á stigatalvuni. Tær framdu eina rúgvu av mistøkum og spældi við væl lægri ferð enn heimaliðið.
Liljan Djurhuus var toppskjútti hjá VÍF. Hon skeyt 12 mál. Tað sama gjørdi Migle Senvaityte fyri VB.