Í tíðindaskrivi á heimasíðu síni sigur VB/Sumba seg harmast hendingina, sum fót fram undir dysti teirra móti EB/Streymi, har venjarin sló Hans Paula Samuelsen.
Felgið hevur havt innanhýsis fundir eins og fundir við venjaran, og í skrivinum verður allur føroyski fótbóltsheimurin biðum um umbering fyri hendingina.
»Uttan mun til hvussu ein verður provokeraður í sambandi við ítrótt, skal ítróttamaðurin ikki loypa fram av á henda hátt«, sigur VB/Sumba í skrivinum.
Víst verður víðari á, at venjarin annars er sera róligur og siðiligur maður, ið ongantíð áður er lopin fram av, hvørki í ítrótti ella privat, og hann harmast almikið tað, ið hendi, bæði egna vegna og vegna felagið og føroyskan fótbólt sum heild.
VB/Sumba hevur tosað seg til sættis við venjara og leikarar, og er venjarin sektaður av felagnum.