Tað tykist eingin ivi at vera um, at tað í løtuni er liðið í Vági, sum er tað besta í næstbestu fótbóltsdeildini.
Í kvøld hevur VB/Sumba vitjað grannarnar í TB, og lagið er gott í VB/Sumba leguni, nú tey í dýrdarveðrinum eru á veg suður aftur.VB/Sumba vann 2-0 , og harvið hevur liðið vunnið fulla úrtøku burtur úr fimm dystum. Hálvur tími var farin, tá ið tað, sum vísti seg at hava avgerandi týdning, fór fram. TB málverjin, Ivan Stojkovic, feldi VB/Sumba álopsspælaran Dan Djurhuus. Dómarin, Høgni Hansen, bríkslaði fyri brotssparki, og síðani vísti hann TB málverjanum av vølli. Pól Thorsteinsson var tryggur úr ellivu metrum.
Hóast heimaliðið var undirmannað, so trýsti TB nógv í 2. hálvleiki, tá ið teir vóru vandamiklir í fleiri deyðbóltsstøðum. Men teimum eydnaðist ikki at fáa bóltin inn um stinna veteranin, Bjarna Johansen, í VB/Sumba málinum.
Í síðstu løtu staðfesti Kenneth Kjærbo sigurin hjá VB/Sumba. Eitt sindur úr høgru og á málteigar markinum sendi hann bóltin framvið Olivuri Abrahamsen, sum var málverji eftir útvísingina.