VB/Sumba á odda í Gundadali

Fyrsta bríkslið í hálvfinaluni í dýrdarveðrinum í Gundadali millum HB og VB/Sumba var klokkan 17.00.

Nú tað resta fimm minuttir til hálvleik, er VB/Sumba frammanfyri 1-0. Málið skoraði Birgir Jørgensen við handara stólpan, eftir at Evrard Ble hevði sent fríspark innfyri úr vinstru.

Hetta var í 31. minutti. Stutt eftir misnýtti Jákup á Borg brotsspark fyri HB. Vlada Filipovic bjargaði royndini hjá Jákupi á Borg, sum fekk møguleikan úr ellivu metrum, eftir at Hans á Lag varð feldur í brotsteiginum.

Fyrstu løtuna hevði VB/Sumba onkrar møguleikar, men tá ið málið kom, hevði HB verið omaná í eina løtu.