VB/Sumba tók ikki av

B71 bjargaði sær javnleik á Eiðinum, soleiðis at teir hildu fast um uppflytarasessin

Fótbóltur

 

Við fyrimuninum av heimavølli hevði VB/Sumba leygardagin møguleikan at klintra upp um B71 í dystinum um uppflyting til Vodafone-deildina.

Heimaliðið var eisini á odda í dystinum, men tað eydnaðist gestunum at javna eftir steðgin, og soleiðis at B71 framvegis á beinari uppflytingarkós.

Samstundis er TB av álvara farið at gera um seg. Tvøramenn vóru hesa ferð á Toftum, har B68 hevur fingið sera góð úrslit í ár, men tað eydnaðist gestunum at fara heim við einum sigri, soleiðis at teir nú eru ájavnir VB/Sumba.

Og í niðara endanum av talvuni er Skála spakuliga í ferð við at toga seg uppeftir. Hesa ferð vann Skála á útivølli móti FC Hoyvík, sum púrasta tykist uppsteðgað. Munurin upp til næsta liðið minkaði tó ikki, tá Víkingur vann í sannari málveitslu í Miðvági.

 

Úrslitini leygardagin:

FC Hoyvík-Skála 0-1

VB/Sumba-B71 1-1

B68-TB 2-4

HB-NSÍ 2-2

MB-Víkingur 3-5