Tað hevur gingið illa hjá VB/Sumba í 1. deild í ár. Liðið liggur til niðurflytin, og meira enn einaferð hevur liðið tapt stórt. Harafturat hevur liðið ikki møtt til tveir av sínum dystum, og tað hevur nú fingið avleiðingar.
Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, at liðið verður koyrt úr kappingini í 1. deild, og øll úrslit hjá liðnum higartil í ár verða strikað. Tey, sum hava vunnið trivaligan sigur á VB/Sumba, missa tí bæði stigini og málini.