Tað er ikki yvir at dylja, at báðir partar kunnu liva við at missa stig, tá bæði VB/Sumba og EB/Streymur hava fimm stig niður til sínar nærmastu kappingarneytar. Men greitt er, at VB/Sumba enn ikki hevur tryggjað sær sess í deildini komandi kappingarár, og at EB/Streymur ikki hevur vunnið sítt fyrsta FM nakrantíð enn. Tí fara báðir partar at gera sítt besta til at fáa stig og helst fleiri burtur úr dystinum á Eiðinum í Vági sunnudagin.
Heimaliðið hevur allar mans tøkar. Hvørki leikbann ella skaðar merkja hópin á nakran hátt, og fara allir mans at gera sítt til, at liðið nú reisir seg eftir ósigurin fyri B36 seinast. Undanfarnu dystirnir og venjaraskiftið høvdu givið ábendingar um, at felagsliðið í Suðuroynni hevði funnið stevið, nú teir vunnu á GÍ og spældu javnt móti KÍ, áðrenn meistararnir koppaðu teimum í Vági.
Verjuspælari farin
Hjá EB/Streymi eru so at siga allir mans tøkir. Tó hevur felagið nú sagt Ólavi Poulsen farvæl. Hann fer av landinum og tí verður oddaliðið ein verjuleikara færri, tað ið eftir er av kappingarárinum.
Ólavur Poulsen er einasti maðurin, sum felagsliðið heilt víst ikki roknar við sunnudagin, meðan tað framvegis er ivasamt, hvørt Jørgen Meitilberg verður tøkur ella ikki, eftir at hann hevur verið úti við trupulleikum í lærkrikanum í eina tíð.
Men er Jørgen Meitilberg eitt ivamál undan dystinum, so er tó ongin ivi um, at hvat oddaliðið fer eftir, nú teir fara suður. Trý stig er kravið um teir ætla at varðveita fjarstøðuna til B36, tí tað kann á ongan hátt roknast við, at nærmasti kappingarneytin fær annað enn trý stig í Gundadali sunnudagin, tá botnliðið B68 vitjar.