HONDBÓLTUR
Enn eru ikki allar súður syftar í Sunset-kappingini, og eftir triðsíðsta umfarið kann framvegis eingin siga við vissu, um tað verður Tjaldur, VB ella Neistin, ið sleppur í FM-finalurnar ímóti Stjørnuni.
Ein av lykladystunum í endaspurtinum var tann í Vági, har VB tók ímóti Tjaldri. Roknast kundi við einum jøvnum og spennandi dysti, og tað fyrsta korterið settu nervar sín dám á spælið hjá báðum liðum, so serliga skotini tóktust sløsut og lítið neyv. Heldur ikki var ferðin tann stóra á spælinum, og alt sá rímiliga opið út.
Men longu eftir einar 10 minuttir, tá Tjaldur fyrstu ferð kom á odda, byrjaði ein munur í hugburðinum at síggjast. Tær í Tjaldri vóru nógv róligari og tóktust halda seg til tað, sum ætlanin var at gera, meðan meira fjáltur merktir á VB-liðnum, sum spakuliga byrjaði at dragna.
Mansverja loysti einki
VB valdi ímóti endanum á fyrra hálvleiki fyrst at taka Adinu Petrea burturúr og seinnu Alinu Olaru Anghel, men tað sá ikki út sum loysnin, tí síðstu løtuna undan steðginum økti Tjaldur og fór fýra mál frá VB. Serliga í verjuni hevði Tjaldur greitt munin, umframt at Guðrun í Lágabø stóð ótrúliga stinn í málinum.
Sjálvt um mansverja ikki hevði víst seg at verið loysnin í fyrra hálvleiki, hevði VB ikki hug at sleppa tí hugskotinum, og tað kom av álvara at kosta í byrjanini á seinna hálvleiki, tá dysturin í roynd og veru var avgjørdur mestsum beinanvegin. Ikki minst, tí VB tók bæði Adinu og Alinu burtur úr spælinum – men als ikki megnaði tað allíkavæl.
Fyrstu 11 minuttirnar eftir steðgin økti Tjaldur trygt um munin og var heili níggju mál á odda, áðrenn VB fekk sítt næsta mál. Aftur her sást hugburðsmunurin, tí vágskvinnurnar sóu alsamt meira uppgevandi út, meðan tær í Tjaldri ikki ristu á hondunum, men í løtum beinleiðis útklassaðu VB.
Guðrun framúr góð
Framvegis var Guðrun í Tjaldurs-málinum framúr, og tá VB-kvinnurnar ferð eftir ferð blivu steðgaðar av henni, tá tær annars høvdu vunnið sær fríar støður, sá tað alsamt svartari út hjá heimaliðnum. Tað, sum verjan hjá gestunum ikki fekk, fekk Guðrun fatur í – ella endaðu skotini omanfyri og við síðuna av.
Tað eydnaðist heldur ongantíð VB at fáa steðgað stórskjúttunum hjá Tjaldri, tí bæði Adina og Alina sluppu næstan at skora sum teimum lysti, og tær áttu eisini 25 av teimum 29 málunum hjá Tjaldri.
Tey 10 brotskøstini, VB fekk í dystinum, fortaldu eisini sína greiðu søgu, at Tjaldur hevði tað ídnaru verjuna. Allar stríddust fyri hvørja aðra, og sum dystinum leið, var hugflogið hjá vágskvinnum uppi, so tær slett ikki kundu finna útav, hvussu tær ella bólturin skuldu sleppa innum.