Stuðulsavtala
Vágbingar ætla sær allan vegin í ár.
At hondbóltsliðið hjá kvinnunnum í Vági skarar framúr, vita tey sum fylgja við.
Men eisini í fótbólti ætlar VB sær langt í ár.
Men ongin kemur sovandi til eitt gott úrslit. So tað skal arbeiðast hart.
Og tað er heldur ikki ókeypis. so tað er eisini brúk fyri góðum , fíggjarligum stuðuli.
Og tað hevur VB.
Aftur í ár verður tað lokali peningastovnurin, Suðuroyar Sparikassi, sum verður høvuðsstuðul hjá VB.
Og tað hevur Suðuroyar Sparikassi verið í so nógv ár nú, at tá ið Per Jacobsen, marknaðarleiðari í sparikassanum setti undirskriftina á stuðulssáttmálan, helt hann fyri at Suðuroyar Sparikassi og VB eru makkarar. Har tú sært VB, sært tú eisini Suðuroyar Sparikassa.
Tað skerst heldur ikki burtur, at VB hevur verið einkarbarnið hjá Suðuroyar Sparikassa, tí nógv tað mesta av tí, sum peningastovunirin hevur sett av til slík tiltøk, fer til bóltfelagið í Vági.
Tað var á eini lítlari samkomu í VB húsinum mikukvøldið, at VB og Suðuroyar Sparikassi skrivaðu undir nýggja stuðulsavtalu.
Og formaðurin í VB, John Henrik Holm, kundi ikki annað enn vera samdur við marknaðarleiðaran í sparikassanum.
Og hann duldi heldur ikki fyri, hvussu ómetaliga stóran týdning hetta samstarvið við Suðuroyar Sparikassa hevur fyri Vágs Bóltfelag, tí kappingin harðnar fyri hvørt ár, og fyri at gera seg galdandi, krevur tað meiri og meiri, eisini fíggjarliga .
Hava koyrt á
Og galdandi - tað ætlar VB at gera seg í ár.
Hans Nielsen, sum er venjari, hevur koyrt á spælararnar tað mesta av árinum og hann heldur at spælarahópurin er góður.
Allir heimligu spælararnir, sum vóru í fjør, eru tøkir aftur. Men eisini gamlir revar, sum Jón Pauli Olsen hava vant dugliga í ár.
Men harafturat hevur VB fingið evnagóða landsliðspælaran, Sìmun Samuelsen aftur á liðið, eftir at hann hevur verið í Gøtu ein steðg.
? Harafturat hava tey yngri liðini staðið seg ógvuliga væl og hava verið føroyameistarar í fleiri ár á rað og fleiri av teimum spælaranum eru eisini so smátt við at vera búnir til 1. deild.
Somuleiðis hevur VB eisini onkrar útlendingar við á liðnum. Milan Kulic er kendur, men serliga spentir eru teir uppá tveir litavar, sum eru komnir til Vágs at spæla í ár.
Tann 28 ára gamli Dalius Staleliunas er royndur verjuspælari. Men ikki minst eru vagbingar spentir upp á 22 ára gamla áleyparan, Mindaugas Grigalevicius, sum eisini er komin á litaviska landsliðið.
?Hópurin í ár er tann frægasti í nógv ár, bæði í tali og í dygd, sigur Hans Nielsen
Og venjarin sigur, at VB avgjørt fer eftir meistaraheitinum í ár, hóast hann veit, at kappingin er hørð.
? Vit fara altíð eftir meistaraskapinum. Men avgjørda minstakravið er eitt pláss í Evropa komandi ár, leggur hann afturat.
Og tað er ein gulrót, sum VB sær fram ímóti, serliga nú felagið fyllir 100 ár komandi ár...
Steypafinala í dag
Fótbóltur er eitt. men í hesum døgum er tað eina og aleina hondbóltur, tað snýr seg um í Vági.
Í dag skulu VB- kvinnurnar royna seg í steypafinaluni ímóti Stjørnuni og vágbingar fara mannsterkir til Havnar at eggja sínum spælarum at geva alt tær eiga og nakað væl afturat.
Steypafinalur eru altíð nakað serligar, men vágbingar hava nakað av hava góðar vónir í, tí seinasta sunnudag hittust bæði liðini í landskappingini og tá lá Stjørnan víðopin eftirá.