Hondbóltur
Fram til seinasta umfarið undan jólasteðginum tóktust bæði VB og Stjørnan at hava beina kós móti FM-finaluni í kvinnuhondbólti.
Tapið hjá VB í Runavík gjørdi tó, at Tjaldur fekk sær eina lívlínu at halda fast í, og tann línan kann styrkjast um vikuskiftið, tá oddabrak verður í Klaksvík.
Sum er, so er VB fýra stig framman fyri Tjaldur á triðja plássinum, og tann munurin kann altso kutast niður í tvey stig, um VB ikki fær nakað við sær úr Klaksvík.
Tað fekk VB fyrr í ár, tá tær vunnu tepran sigur á Stjørnuni, og tað er uttan iva einum sigri, sum tær aftur hesa ferð fara eftir. Fram til dystirnar í lands- og steypakappingini í Runavík fyri jól tóktist eisini, sum var VB best koyrandi kvinnuliðið í landinum, men teir báðir dystirnir settu stórt spurnartekin við, um venjingarstøðan hjá liðnum er optimal.
Stjørnan tykist hinvegin vera í ferð við at leita sær aftur á beint. Munurin niður til VB er bara eitt stig, men megna tær at vinna dystin sunnudagin, hava tær mest sum konsolidera sín oddasess, og uttan iva er tað eisini tað, sum tær hava í kvittanini.
Tjaldur bíðar
Ein annar dystur verður sunnudagin. Hann verður á Skála, har StÍF tekur móti Neistanum. Í nógvar mátar tykist dysturin ikki hava so heilt nógv at siga. StÍF hevur serstakliga góð kort á hondini í royndini at halda Kyndli undir sær, meðan Neistin ikki tykist hava veruligan møguleika at røkka einum finaluplássi. Hinvegin er setningurin hjá StÍF støðugt at fáa í minsta lagi eitt stig frá onkrum av ovaru liðunum, soleiðis at fjarstøðan til Kyndil kann kennast enn tryggari.
Kyndil spælir mánakvøldið móti Tjaldri, sum altso væl kann hava møguleikan at stytta sær enn meira um fjarstøðuna upp til oddin tá.