VB hevur framvegis góð kort á hondini, nú bara trý umfør eru eftir av Sunset-kappingini. Sum væntað, fekk VB bæði stigini í gjár, tá mótstøðuliðið í ítróttarhøllini á Hálsi var Kyndil, sum næsta kappingarár skiftir um pláss við VÍF, ið kemur upp úr 1. deild.
Men hóast tølini siga, at VB vann dystin við 13 málum, so var veruleikin í eina góða løtu á vøllinum ein annar, tí Kyndil megnaði at bíta frá sær. Tá átta minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, var bara eitt mál á muni, og 10 minuttirnar inn í seinna hálvleik vóru bara trý mál á muni.
Men so setti VB ferð á og skoraði fimm ferðir á rað, uttan at nakað riggaði hjá Kyndli, og so var tann dysturin avgjørdur.
Skjótálop avgjørdu
Hjá Kyndli var tað serliga málverjin, Tomma Petersen, sum við fleiri góðum bjargingum gekk undan, og hinar fóru fegnar eftir slóðini. Kyndil fekk so víst, at liðið eisini kann spæla við viðhvørt.
Kann vera, at VB brúkti henda dystin til at royna ymiskt, ið dirvi kanska ikki hevði verið til, um talan var um sterkari mótstøðulið, men tað tekur einki frá Kyndli. Kyndil hevði heldur ikki orkuna til at halda einum so frægum liði sum VB, og serliga gav Aukse Vysniauskaite verjuni trupulleikar, tá hon fleiri ferðir fór ígjøgnum mitt fyri.
Ímóti endanum skolaðu skjótálopini ímóti málinum hjá Kyndli, ið fekk lítið at bera til í hinum endanum. Gurið Mortensen vísti tá onkur av sínum bestu kynstrum, so bólturin ikki bara var skotin í málið, men við stíli.
Kyndil-VB 18-31 (9-15)
Kyndil: Jacklin Durhuus 7, Ása Christiansen 2, Barbara Egilstrøð 2, Linda Johannesen 2, Jórun Ludvig 2, Beinta Laursen 1, Súsanna Petersen 1, Randi Wardum 1
VB: Aukse Vysniauskaite 8, Gurið Mortensen 6, Daiva Toumaite 6, Laila Jespersen 3, Una Egilsdóttir 2, Monika Samuelsen 2, Svava Vestergaard 2, Theresa Joensen 1, Bára Mortensen 1