VB vann 24-24!

Kvinnurnar úr Vági høvdu neyvan verið stórt fegnari, um tær veruliga høvdu vunnið í Vestmanna sunnudagin. Men javnleikurin var fyri tær eins væl ein sigur og hann var eitt tap fyri VÍF, tí nú talar einki fyri, at oddaliðið kann fáast aftur.

Vágbingar vóru væl mannaðir í Vestmanna sunnudagin, og haraftrat vóru teir eisini framúr væl hýrdir, tá teir fóru avstað aftur til Havnar at bíða eftir Smyrli.
Á vøllinum sóu VB-kvinnurnar eisini út sum vinnarar, tá dysturin var av, sjálvt um hann endaði við javnleiki, 24-24.
Fyri VB var tað at rokna sum ein sigur, tí VÍF kom ikki nærri, nú bara fýra dystir eru eftir at spæla. Tí hevur VB sera góð kort á hondini til tað, sum restar í av kappingini.
Tað var eisini ein rimmar dystur, allir áskoðararnir í Vestmanna vóru vitni til seinnapartin sunnudagin.
VÍF visti, hvat skuldi til, og stríddist sum úlvur á skóg at røkka sínum máli. Kravið var ein sigur, skuldi nøkur livandi vón vera um at hava samband við VB.
Tær í VÍF vísti eisini í verki, at tær skiltu álvaran í dystinum, tí burtur sæð frá tí einu ferðini var VÍF fyrra liðið at leggja seg á odda. Men hóast tað, so megnaði VB hvørja ferð at koma afturíaftur og fáa javnað.
At hetta vóru bestu kvinnuliðini í kappingini í vetur, vístu bæði VÍF og VB til fulnar, tí ferðin á spælinum var sera høg, umframt at dysturin sum heild var sera væl spældur ? umframt at vera spennandi frá byrjan til enda, sjálvandi.
Liðini fingu eisini staðfest og prógvað, at tey ikki bara hvíla á teimum dygdunum, sum útlendsku spælararnir hava, tí báðumegin var talan um ein kollektivan innsats, har allar stríddust fyri sakini og gjørdu sítt besta.
Varieraðar uppskriftir vórðu royndar, tá tað ráddi um at dirka mótstøðuverjurnar upp, og bæði málverjar, verjur og álop vístu, at konsentratiónin var 100% allar 60 minuttirnar. Tí gjørdist dysturin eisini so góður og spennandi, sum ein toppdystur kann vera tað.
 
Avgerandi mál
? Samanborið við steypafinaluna millum okkum og VÍF, so var hesin dysturin nógvar ferðir strævnari. Ferðin var sera nógv frá byrjan til enda, og tað var rættiliga hart at koma ígjøgnum henda dystin, sigur høgri vongur hjá VB, Rannvá Augustinussen.
? Vit fóru á vøllin fyri at vinna. Men av tí at vit alla tíðina vóru aftanfyri, kundu vit ikki annað enn fegnast um, at tað so at enda eydnaðist okkum at fáa javnleik. Vit vóru glaðar fyri, at vit ikki taptu.
Sjálv skjeyt Rannvá Augustinussen fýra rættiliga avgerandi mál í Vestmanna sunnudagin. Hon kom fyrstu ferð á máltalvuna í byrjanini av seinna hálvleiki, tá hon við tveimum fylgjandi málum fekk javnað til 15-15. Og eftirfylgjandi kom VB fyri einastu ferð í dystinum á odda, 16-15.
Móti endanum fekk hon VB innaftur í dystin við einum máli, tá tað annars var líkt til, at VÍF skuldi fara frá VB. Støðan var 23-20 til VÍF, tá Rannvá skoraði sítt triðja mál, og tá VB so fekk tvey aftrat, meðan tað stóð fast hjá VÍF, var støðan aftur javnleikur, 23-23.
Og so skjeyt Rannvá Augustinussen eisini síðsta og avgerandi málið fyri VB til 24-24, sum hevði við sær, at suðriska ferðalagið í besta hýri kundi fara heimaftur við javnleikinum í skjáttuni.
 
Ikki nóg kaldar
Júst henda løtan, tá VÍF steðgaði upp á 23-20, var kanska tann mest avgerandi í øllum dystinum, og toppskjúttin Sóley Mikkelsen iðrar seg eisini um, at VÍF ikki megnaði at avgera dystin tá.
? Vit vóru ikki nóg kaldar, tá vit annars høvdu møguleikan at tryggja okkum sigurin. Tá vit høvdu vunnið okkum leiðsluna við hesum trimum málunum, áttu vit eisini at hildið hana, sigur hon.
? Men bæði tá og eisini seinni vóru vit alt ov bráðar og skundaðu okkum ov nógv, heldur enn at geva okkum stundir, tá tað kravdist.
Skundurin var helst eisini størsta orsøkin til, at VÍF ikki fekk sigurin og bæði stigini, og harvið kundi halda fast um FM-vónina.
Tær í VÍF dugdu ov illa at geva tol, og tí gjørdist tað ofta sera lætt hjá vælspælandi Daivu Ylaite í VB-málinum at pilka broddin av teimum gjøgnumskundaðu og ofta hálvhjartaðu royndunum, ið komu móti málinum.
Síðsta korterið av dystinum fekk VÍF soleiðis bara tvey mál, harav annað var upp á brotskast!
? At vit ikki megna at hava eitt nóg støðugt álop frá dysti til dyst, er helst størsta orsøkin til, at vit ikki longur kunnu rokna okkum sum FM-kandidatar. Tey fýra stigini, sum framvegis eru upp til VB, skulu vit ikki vænta okkum at vinna innaftur nú, heldur Sóley Mikkelsen.
? Undan hesum dystinum høvdu vit allar grundir til at vóna, men eftir hetta líkist tað mest einum avgreiðsluspurningi hjá VB.
 
Sær gott út
So avgjørt vil Rannvá Augustinussen kortini ikki siga tað, hóast hon viðurkennir, at VB neyvan kundi verið í einari stórt betri støðu, nú kappingini av álvara gongur móti endanum.
? Tú fært meg ikki at siga, at nú er leyst og liðugt, men við heimadystum móti Kyndli, StÍF og Stjørnuni og útidysti móti Tjaldri sær tað lovandi út. Tað skal eg ærliga viðganga, at tað ger, sigur hon.
? At hava tríggjar heimadystir er gott fyri okkum, men so vil eg eisini fegin siga, at tað næstan var sum at spæla á heimavølli, so nógvir vágbingar vóru komnir at stuðla okkum í Vestmanna. Rópini frá teimum og stuðulin allan vegin gjørdu so sanniliga sítt til, at vit fingu strítt okkum innaftur í dystin og sluppu undan tapi.
Skráin hjá VÍF fevnir eisini um tríggjar heimadystir og ein útidyst, men tá støðan krevur, at VB snávar tvær ferðir av teimum fýra og enntá setir nógv mál til, er neyvan ov nógv avgjørt at siga, at síðstu veruligu vónirnar um triðja FM-heiti á rað eru foknar hjá teimum í Vestmanna.
Hinvegin hevur VB so ruddiliga staðfest, at tað ber til at síggja tað óvanliga henda í føroyskum kvinnuhondbólti. Fyrst var tað um reppið, at VB als ikki meldaði liðið til kappingina, tí ov lítið fólk var, og síðani gekk sum eftir ánni, tá kappingin fór í gongd.
Mong, og kanska enntá fleiri í Vági, hava óivað bíðað eftir, nær liðið veruliga fór at renna seg í mótgongd, men soleiðis hevur ikki verið. Og sigurin í steypafinaluni var so forskot upp á lønina fyri avrikið í vetur, ið neyvan er fult goldin enn.
Í endaspælinum hevur VB ongan dyst tapt, og javnleikurin í Vestmanna sunnudagin var higartil fyrsti dysturin, har fult stigatal ikki er komið burturúr. Einki man vera at ivast í, at tey eru og kunnu vera spent í Vági henda næsta mánaðin?
 
Dysturin í tølum
VÍF-VB 24-24 (14-13)
Málskjúttar:
VÍF: Sóley Mikkelsen 9, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 6, Nicoleta Radu 5, Jacklin Durhuus 3 (1), Eyðrit Andreasen 1
VB: Daiva Toumaite 7 (5), Gurið Mortensen 6, Reda Kurkauskiene 5, Rannvá Augustinussen 4, Arnleyð Hjelm 1, Mary Krosslá 1
Brotskøst: VÍF 2, VB 6
Útvísingar: VÍF 2, VB 3Dómarar: Hartvig Joensen og Trygvi Mortensen