VB vann B-steypafinaluna hjá gentum 14

Spenningur: Spælt varð 2 x 5 min í longdari leiktíð.

Í dag var B-steypafinalan hjá gentum 14 ár í ítróttahøllini í Vestmanna.

 

 

VB og EB spældu finaluna.  Og eftir ein sera javnan dyst, sum eisini endaði við javnleiki, var spælt 2 x 5 min. Tá longda leiktíðin var av, var VB á odda 13-12.

 

Soleiðis slapst undan brotskast kapping.

 

 

Sostatt vunnu gentur 14 ár hjá VB B-steypafinaluna.