VB vann bronsuna

Við einum tryggum útisigri á Skála tryggjaði VB sær kvinnubronsuna framman fyri Neistan, sum basti finalistunum úr Tjaldri. Stjørnan vann stórsigur á niðurflytarunum úr Kyndli

HONDBÓLTUR

 

Bar tann eini ósvaraði spurningurin var eftir, tá síðstu dystirnir í Sunset-kappingini vóru spældir leygardagin, og hann var, um tað gjørdist VB ella Neistin, ið fór avstað við bronsuni. Undan dystinum var eittans stigið á muni teirra millum, men tað var tað eisini aftaná, tí bæði liðini vunnu sínar dystir, so tí fór bronsan til Vágs.

Longu fyri tveimum vikum síðani gjørdist greitt, at tað verða Stjørnan og Tjaldur, sum skulu spæla FM-finalurnar, so burtur sæð frá bronsuni, var eingin spenningur eftir. Og eftir ta bestu og mest spennandi kvinnukappingina í áravís, mugu VB og Neistin nú bara harmast um, at tey skuldu gerast liðini, ið sótu eftir við hvør sínum Svartaperi, hóast teirra partur annars ikki hevur ligið eftir.

Mikukvøldið er fyrsta finalan á skránni, tá Tjaldur tekur ímóti Stjørnuni í Runavík, og leygardagin, sum er páskaaftan, møtast liðini aftur í Klaksvík. Er hvørki liðið tá blivið føroyameistari, verður ein triðja finala spæld í Klaksvík annan páskadag.

 

Stjørnan vann stórt

Dysturin í Klaksvík var millum topp og botn, og úrslitið gjørdist eisini hareftir, tí Stjørnan vann við ikki færri enn 17 málum á Kyndli, sum komandi ár spælir í 1. deild, meðan VÍF, sum sera sannførandi hevur vunnið 1. deild í vetur, kemur upp og aftur verður at síggja í Sunset-kappingini.

Stjørnan streyk avstað beinanvegin og læt ongantíð nakran iva vera um, hvør fór at vinna dystin, og hóast mótstøðan kanska ikki var tann sama, klaksvíkskvinnur kunnu vænta sær í finalunum ímóti Tjaldri, so avspeglaði Stjørnuspælið bæði sjálvsálit, styrki og stríðsvilja, ið krevst til finalurnar.

Stjørnan var á odda við 10 málum í hálvleikinum, 17-7, og eftir seinna hálvleik, tá tað í meiri enn eitt korter var latið aftur fyri allari málskjóting hjá Kyndli, var endaliga úrslitið 31-14, sum nokk eisini svaraði sera væl til tað, sum hendi á vøllinum.

 

Neistin basti Tjaldri

Neistin mátti og skuldi vinna, samstundis sum ein spinkul vón var um, at evnaríka StÍF-liðið kanska kundi gera okkurt við VB, so tey ytstu heiðursmerkini kundu koma til Havnar. Men hóast Neistin gjørdi sítt og megnaði at basa finalistunum úr Tjaldri, gjørdist tað kortini ikki nóg mikið.

Tjaldur fekk betru byrjanina, men Neistin stríddi seg uppaftur og fekk longu fyri steðgin fatur í longra endanum. Neistin var á odda 14-13 í steðginum, og fyri tað mesta vóru tað eisini tær bláu, ið gingu á odda í seinna. Men Tjaldur kom væl við síðstu 10 minuttirnar og var onkra løtuna eitt mál frammanfyri.

Tá avtornaði, eydnaðist tó kvinnunum hjá Neistanum at vinna 28-27, og hóast tað var eitt heiðurligt punktum hjá liðnum, ið – sum tað einasta – ongan dyst í vetur hevur tapt fyri Tjaldri, rakk tað ikki til meira enn fjórðaplássið.

 

VB fekk medaljur

Treytirnar hjá vágskvinnum líktust teimum hjá Neistanum, men vóru ikki so harðar, tí tað ráddi snøgt sagt bara um at vinna útidystin á Skála ímóti StÍF, so var bronsan vunnin. Og VB rann beinanvegin avstað og hevði allan dystin á tamb greiða leiðslu.

VB, sum var á odda við 10 málum í hálvleikinum, 21-11, endaði við at vinna dystin 36-30, so tí kundu bronsukrónurnar – sum væntandi var – handast teimum eftir loknan dyst. Og hóast vónbrotið um ikki at røkka í finaluna lúrir aftanfyri, mundi túrurin suðuraftur um Suðuroyarfjørð vera hampuliga hugaligur kortini, tí okkurt er altíð frægari enn einki…

Í endaligu støðuni hevur VB sama stigatal sum Tjaldur og betri málúrtøku, men av tí at tað eru innanhýsis úrslitini, sum eru avgerandi, endar Tjaldur kortini framman fyri VB í landskappingini.