Um vikuskiftið hevði VB árligu innandurakapping sína, og tað vóru vertirnir sjálvir, sum fóru við trimum teimum fremstu plássunum í kappingini.
Liðið, sum vann kappingina, var mannað við Finnboga Olsen, Jóan Pauli Olsen, Eyðun Jacobsen, Gisli Sveinbjørnsson og Símun Samuelsen.
Teir fingu 10.000 krónur í vinningi.
Ársins spælarar vóru eisini kosnir. Tað vóru spælarar úr teimum ymsu feløgunum, sum atkvøddu um hetta. Úrslitið var, at Jákup á Borg gjørdist Ársins spælari. John Petersen var nummar tvey og Fróði Benjaminsen nummar trý.
Ársins málverji varð eisini kosin, og her var Bjarni Johansen nummar eitt, Tróndur Vatnhamar nummar tvey og Jens Martin Knudsen nummar trý.