VB vann oddadystin

Mest áhugaverdi kvinnudysturin var tann í Klaksvík, har tað eydnaðist VB at vinna á Stjørnuni, so liðini liggja stavn í stavn – men aftan fyri Neistan

Stigatalvan lýgur ikki, og eftir henni, so er tað í vetur bara ein spurningur um, hvat av hinum liðunum í Sunset-kappingini kann sleppa í FM-finalurnar ímóti Neistanum. Nógv kann broytast, men hetta er myndin í løt­uni, og júst nú eru tað Stjørnan og VB, ið liggja best fyri.
Hesi bæði liðini møttust í KÍ-høllini í Klaksvík í gjár, og tað endaði við, at gestirnir fóru avstað við øllum og vunnu við fimm málum, 27-22. Hetta er ein týðandi stigafongur fyri VB, sum hevði dottið eitt sind­ur niðurímillum, um tað hin­vegin var Stjørnan, sum vann í Klaksvík í gjár, tí so høvdu fýra stig verið upp til eitt finalu­pláss.
Dysturin millum Stjørnuna og VB fekk annars eina sera varliga byrjan, har tað gingu heilir seks minuttir, áðrenn hol kom á. Stjørnan fekk fyrstu málini og kom á odda 4-1, men skjótt var VB eisini við, og so skiftust liðini um at vera á odda fram til hálvan fyrra hálvleik. Tá tók VB dik á seg og fór fleiri mál framum, so hálv­leiks­leiðslan var 12-8 til gestirnar.
Munurin á liðunum, ið var minst líka sjónskur eftir steðg­in, var fyrst og fremst álops­spælið. VB fekk meira burturúr, meðan Stjørnan hevði ilt við at fáa sítt spæl at koyra, og tí eydnaðist VB so at siga allan vegin at halda ein góðan mun niður til Stjørnuna og at enda at vinna við fimm málum.
Á stigatalvuni eru hesi bæði liðini nú jøvn í stigum, men Stjørnan hevur betru mál­úr­tøkuna. Tað man tó kennast sum góður styrkur hjá VB, at tað aðru ferð í vetur eydnast at vinna á Stjørnuni, tí so mik­ið opnari er kappingin um at sleppa í eina møguliga FM-finalu ímóti Neistanum, sum á stiga­talvuni hevur munin á øll­um hinum.

Stjørnan: Simona Petersen 11, Corina Demeterca 4, Lovisa Andreasen 3, Ella Petersen 2, Bára Skaale Klakstein 1, Annika Ljósstein 1
VB: Gurið K. Mortensen 6, Rannvá Johannessen 5, Natasha Ivanovski 5, Ana Kulic 3, Bára K. Mortensen 3, Laila Jespersen 2, Helga Ey. Kjærbo 2, Unn Egillsdóttir 1