VB vann á Stjørnuni

Vágskvinnur vunnu fyrru hálvfinaluna móti Stjørnuni, sum var og vitjaði í Vági hóskvøldið.

Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum eydnaðist tað einum av hinum kvinnuliðunum at basa greipuvinnarunum úr Stjørnuni. Men hóast Stjørnan tapti hóskvøldið, so tóktust hvørki venjari ella leikarar hjá klaksvíkingum at verða ónøgdir við úrslitið.

Framúr málmansspæl
Tað vóru vágskvinnur, sum høvdu leiðsluna størsta partin av dystinum. Eitt skifti vóru tær á odda við fýra málum, men hvørji ferð at VB hótti við at fara frá Stjørnuni, so svaraði oddaliðið aftur.
Úr Vági frætta vit, at talan var um ein serstakliga væl leiktan dyst við nógvari ferð, og har spælararnir stríddust um hvønn einasta bólt. Leikliga dygdin var høg, og nærdystirnir vóru harðir og kontantir, uttan at teir tó gjørdist ófantaligir og ljótir.
Ein av høvuðsorsøkunum, til at VB vann dystin, var tann, at málverjin hjá vágskvinnum, Asta, spældi ein framúr góðan dyst, og ferð aftaná ferð tók hon skotroyndir frá púra leysum Stjørnu-leikarum.
Liðini bæði hittast aftur í seinnu hálvfinaluni í Klaksvík 26. januar, og við úrslitinum í Vági hóskvøldið er einki avgjørt, um tað verða vágbingar ella klaksvíkingar, sum fara manssterkir til Havnar, tá ið steypafinalurnar verða spældar 5. februar.

VB-Stjørnan 24-23(14-11)
VB: Daiva Tomaite 9(4), Rannvá Augustinussen 6, Aukse Vysniaskaite 3, Christina Holm 3, Margreth Augustinussen 1, Arnleyð Hjelm 1, Laila Jespersen 1
Stjørnan: Bára Skaale Klakstein 5, Alina Olaru 5, Annika Ljósstein 4(4), Katarina Stjepanov 3, Joan M. Djordjevic 3, Una Olsen 3
Brotskøst: VB 4(4), Stjørnan 4(4)
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 2
Dómarar: Brandur Johansen og Heri Petersen