VB-veitsla á Skála

Kvinnurnar hjá VB høvdu ongar trupulleikar av StÍF, tá liðini dystaðust á Skála mikukvøldið

Hondbóltur

 

Enn sum áður er VB eitt av liðunum, sum roknast skal við í føroyskum kvinnuhondbólti.

Hetta settu VB-kvinnurnar enn eina tjúkka striku undir, tá tær vitjaðu á Skála mikukvøldið. Longu fyrstu minuttirnar stóð greitt, at á degnum fekk StÍF ikki gjørt tað heilt stóra við mótstøðuna, sum bara trumlaði avstað. Daiva Touamita var í vanliga stórforminum, og eisini var Gurið Mortensen heilt væl fryri, og tá munurin eftir fyrsta korterið hevði sníkt seg upp á seks mál, var restin av dystinum bara ein spurningur um at fáa tíðna at ganga.

Og tíðinda nýtti VB so til at dusa sær í sannari málveitslu, hóast tær eftir steðgin ikki hildu heilt sama tempo í spælinum. Nakað sum tó heldur ikki var so alneyðugt, tá sigurin longu var mest sum tryggjaður.

 

Fakta um dystin

StÍF-VB 27-36 (13-20):

10 min: 3-5

20 min: 8-13

40 min: 16-27

50 min: 21-30

Málskjúttar

StÍF: Rebekka Justinussen 8(1), Ninna K. Johansen 7(3), Bára Berthelsen 6, Signhild Petersen 2, Fríðrunn Danielsen 2, Sunfríð Johansen 1, Poula D. Olsen 1

VB: Daiva Toumaite 13(5), Theresa Joensen 7, Svava Vestergaard 4, Laila Jespersen 4, Bára Mortensen 2, Theresa Joensen 2, Una Egilsdóttir 2, Sára Samuelsen 1, Monika Samuelsen 1

Brotskøst: StÍF 4, VB 5

Útvísingar: StÍF 4, VB 4

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen