Veðrið argar flogførini

Hvørki flogfarið hjá SAS ella Atlantsflog fingu lent í gjárkvøldið og tað argar eisini flogferðsluna í dag

Um tað er vindurin ella mjørkin, sum darvaðu flogferðsluni í gjárkvøldið er ikki heilt greitt, men líka mikið, so lendu hvørki flogfarið hjá SAS ella hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn í gjárkvøldið. Flogfarið hjá SAS fór aftur til Keypmannahavnar, meðan flogfarið hjá Atalntsflog fór til Stavanger.

 

Atlantsflog ger eina roynd aftur í morgun klokkan 10.50. Enn er ikki greitt, nær SAS ger eina nýggja roynd. 

 

Hetta fer eisini at ávirka restina av flogferðsluni í dag. Báðar fráferðirnar hjá Atlantsflog úr Føroyum eru seinkaðar nakrar tímar, meðan flogfarið, sum skuldi lenda klokkan 13.40 væntandi ikki lendur fyrr enn klokkan 16.05. 

 

Atlantsflog heitir á fólk um at fylgja við støðuni á heimasíðu felagsins.