Náttúruvanlukkur, sum standast av broytingunum í veðurlagnum kring heimin, eru ferfaldaðar í tali tey seinastu tjígu árini, og altjóða samfelagið noyðist taka taka stig til at tálma hesi gongdini. Tað stendur í einari nýggjari frágreiðing, sum altjóða hjálparfelagsskapurin Oxfam almannakunngjørdi um vikuskiftið. Felagsskapurin sigur, at tað er tann veksandi hitin á Jørðini, sum er orsøkin til altsamt fleiri vanlukkur. Sagt verður, at nú eru á hvørjum ári umleið 500 vannlukkur, ið kunnu knýtast at veðurlagnum, men at í 1980 vóru bara umleið 120 slíkar vanlukkur. Í hesum sama tíðarskeiði eru vatnflóðirnar seksfaldaðar í tali, sigur Oxfam.