Veðrið heldur við fótbóltinum

Sagt verður frá góðum líkindum, tá ið 23. umfar í Effo-deildini verður íkvøld

Tað er tætt millum umførini, nú fótbóltskappingin er í langa endaspurtinum.

22. umfar var leygardagin, í kvøld verður 23. umfar, og sunnudagin verður 24. umfar.

 

September er farin at halla. Heystjavndøgur er fríggjadagin, og royndirnar siga, at møguleikin fyri illfýsnum heystarveðri verður størri.

Higartil í heyst hevur tað spælt væl av við fótbóltslíkindum. Forsøgnirnar siga, at tað verður eisini soleiðis íkvøld.

Tað verður turt, sólin fer at kaga undan, lotið av vestri verður millum lítið og einki, og hitin verður umleið tíggju stig.

 

23. umfar

Í kvøld

Víkingur-KÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 17.30

NSÍ-HB: Lars Múller kl. 18.00

Skála-ÍF: Eiler Rasmussen kl. 18.30

EB/Streymur-07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00

B36-Suðringar: Alex Troleis kl. 18.00

 

Støðan

Víkingur 48

KÍ 43

B36 41

NSÍ 37

HB 33

Suðringar 25

Skála 23

EB/Streymur 23

07 Vestur 19

ÍF 9