Veðrið helt sær

Veðrið: Tá ein planleggur eina slíka vitjan, er sjálvandi ógjørligt at siga, hvussu veðrið verður slíkar dagar.

Mánadagurin eydnaðist sera væl til veður í Havnini, og tá tey kongaligu vitjaðu á Sandi í gjár var eisini gott veður til eina slíka vitjan.
Longu frá morgunstundini vísti Sandoyggin seg frá síni bestu síðu við sólarglottum. Men so hvørt sum morgunin leið, og tíðin fyri komuni nærkaðist, nærkaðust kortini mjørkaflókar sunnaneftir.
- So typiskt!, segði ein heimasandsmaður. Fyrst kemur skaddan, og hygg nú, - nú gjørdist kaldari, tí nú kom skadduvindurin.
- Og bíða bara ? um eitt lítið bil, so koma eisini fyrstu droparnir. Bara tað heldur sær til tey kongaligu eru farin avstað aftur, segði hann.
Hann fekk tíbetur rætt: Tað var turt, tá tey kongaligu stigu í land, og tað vóru nakrir fáir dropar at merkja, tá tey komu úr kirkjuni ávegis til kommunuskrivstovuna. Hetta órógvaði tó ikki nakran.
Tann tætta skráin á Sandi eydnaðist væl, vóru fólk samd um. Stutt var hon eisini ? tey komu kl. 9:30 og longu kl. 11:00 sigldu tey aftur av Sandi, víðari til Suðuroyar.