Veðrið hevur alt at siga

Í Kappróðrarfelagnum NSÍ vóna tey, at inntøkurnar fara at liggja um hálvt hundrað túsund krónur

KAPPRÓÐUR

Eingin ivast í, at kappingin verður spennandi á Skálafjørðinum í dag. Og tað átti at sæst aftur í áskoðarafjøldini, at Eysturoyingur á norðoyarstevnuni kom aftur á trónuna, eftir at hann hevur verið longri niðri á stiganum í tvey ár.
? Áhugin er stórur her hjá okkum, og tað vita vit, at hann eisini er aðra staðni. Um tað fer at síggjast aftur í fjøldini, sum fer at møta upp, valdast fyrst og fremst og í nógv størstan mun um veðrið. Royndirnar siga okkum, at um tað er turt og gott summarveður fyrrapartin leygardagin, so kemur nógv fólk til kappróður. Vit vóna tað besta, tí veðrið hevur verið so framúr gott í hesi vikuni.
Hetta sigur Sofus T. Hansen, sum er formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ. Hann sigur eisini, at teir hava fyrireikað seg so væl, sum tað ber til.
? Bátarnir verða settir omanfyri Lynfrost ella Fiskavirking, sum tað nú eitur, og róðrarfólkið fær eina máltíð í kantinuni á flakavirkinum.
Róðrarfelagið NSÍ hevur seinastu árini bygt neyst. Nú er tað liðugt, og har er alt tað, sum roknast kann við í hølum hjá ítróttarfelagi.
? Umstøðurnar í húsinum eru góðar. Eisini hjá róðrarfólkinum at fáa sær bað eftir lokna kapping. Tað eru tey hjartaliga væl komin til, sigur formaðurin.
Tá tað veit væl við, so kunnu inntøkurnar frá kappróðrinum á Skálafjørðinum koma upp í meiri enn hálvt hundrað túsund krónur. Hesa ferð eigur áhugin at vera stórur, tí tað hilnaðist so væl hjá Eysturoyinginum í Klaksvík.
?Sum eg segði, so hevur veðrið alt at siga, so vit vóna tað besta, sigur formaðurin í Kappróðrarfelagnum NSÍ. Umframt at hava ábyrgdina av fyrireikingunum, so er nevndarformaðurin aftur farin at rógva. Hann er millum teir, sum nú manna Nevið Reyða.
? Tá tú hevur róð, er tað torført at halda seg burtur. Í so góðum róðrarlíkindum, sum vit hava havt seinastu dagarnar, skal lítið til at lokka fyrrverandi róðrarfólk at fara aftur at venja, sigur Sofus T. Hansen, sum áður hevur verið við til at manna Eysturoyingin.