Veðrið: Hvassur vindur í støðum

Tað verður strúkur í vindi av suðri í dag, 8-13 m/s, í støðum upp í hvassan vind. Seinnapartin snarar hann í ein vestan.

 

Vindurin minkar niður í 8 m/s seina í kvøld og í nátt.

 

Tað verður samdrigið og regn, men seinnapartin slítur í og tað verður turrari.

 

Hitin fer at liggja millum fimm og átta stig.