Veðrið í morgin:

Strúkur í vindi ella hvassur vindur av útsynningi, og ælingur, men seinnapartin minkar hann vindin niður í lot av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig.

Veðrið mikudagin:
Lot til andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Um kvøldið veksur hann vindin upp í hvassan vind av landsynningi og regn. Hitin millum 9 og 12 stig.

Veðrið hósdagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og fyrrapartin ælingur, men seinnapartin yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig.

Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Fríggjadagin veksur hann vindin upp í skrið ella storm av vestri og útnyrðingi og ælingur. Hitin um 6 stig. Leygardagin minni vindur av útnyrðingi og sólglottar, men kanska okkurt kavaælið. Hitin kemur niður móti frostmarkinum.

Í gjár:
Eitt djúpt lágtrýst, 968 hPa. við Ísland fer vestureftir og grynnist. Eitt annað lágtrýst, 993 hPa. í útsynning úr Írland fer í landnyrðing og dýpist. Tað gevur nógvan vind við Føroyar týsmorgunin.

Í dag:
Lágtrýstið við Føroyar fer norðureftir og grynnist.