Tað er nakað av vindi aftur í kvøld og mátararnir hjá Landsverki siga, at nú er upp í 39 m/s.
Tað er á Norðradalsskarði. Á Viðareiðisvegnum eru upp í 32 m/s, og Gjáarskaður sigur upp í 28 m/s.
Við Velbastaðhálsi er upp í 28 m/s, meðan Porkerishálsur sigur upp í 35 m/s.
Tað verður nógvur vindur í kvøld og í nátt, sigur danska veðurstovan DMI. Fyrrapartin í morgin minkar vindurin og út á seinnapartin at kalla eingin vindur og møguleiki fyri sólglottum.
Myndina eigur Ingi Sørensen.